Í kvøld, 2. Hvítusunnukvøld, kl. 22:00 verður fráferðaløta á bryggjuni við gamla Skipafelagið úti í Klaksvík, har trúboðaraskipið Juvél II liggur, áðrenn teir umleið kl. 23:00 loysa og seta kós ímóti Grønlandi fyri summarið 2009.
Juvél II, sum Óli Steinberg, trúboðari, saman við øðrum keypti í fjør, var í fjør summar fyri fyrstu ferð í Grønlandi sum trúboðanarskip.
Í vetur hevur skipið ligið í Klaksvík, har tað hevur fingið nógvar umvælingar og ábøtur gjørdar, og nú er klárt at fara yvir aftur til Grønlands fyri summarið.
Óli Steinberg, trúboðari, sum hevur virkað í Grønlandi í mong ár, stendur á odda fyri hesum arbeiði, og hann verður ein av manningini, sum fer av Klaksvík í kvøld.
Fráferðarløtan á bryggjuni, sum byrjar kl. 22:00, byrjar við felagssangi. Síðan fara Zacharias Zachariassen, trúboðari í Gøtu, og Jógvan Gerðalíð at bera fram heilsur til skipið og verkið. Eisini fer Sangkórið í Betesda at syngja hesa løtuna, sum endar við, at øll í felag syngja sangin: “Gud við tykkum inntil næstu ferð”, meðan Juvél II spakuliga leggur frá landi og setur kós ímóti Grønlandi.
Fráferðarløtan fyri Juvél II byrjar 2. Hvítusunnukvøld kl. 22:00 á bryggjuni við gamla Skipafelagið á vestara armi úti í Klaksvík, áðrenn teir umleið kl. 23:00 loysa og seta kós ímóti Grønlandi fyri summarið 2009.




