Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er vanligt at kommunur stuðla biografvirksemi

John William Joensen

Formaðurin í Danske Biografer, Kim Petersen, sigur at í Danmark síggja flestu kommunur biografar sum ein part av mentunartilboðunum

Í samband við kjakið um mentunnarhúsið Atlantis hevur verið ført fram at tað ikki er ein almenn uppgáva at stuðla virksemið,sum hjá einum biografi, og í hesum sambandi ringdu vit til formannin í felagsskapinum Danske Biografer, sum m.a. føroysku biografarnir eru limir í.

– Tað er rættiliga vanligt at kommunur stuðla rakstrinum av biografum, serliga í smærri kommunum har slíkt virksemið oftað hevur truplar umstøður.

– Í Danmark er vanliga politiska hugsanin at biografur er ein partur av mentunnarútboðinum hjá einum býi og hetta at hava ein biograf verður ofta brúkt sum eitt søluamboð hjá fyritøkum tá tey m.a. skulu útvega sær útlendska ella fremanda arbeiðsmegi.

– Eitt økið,sum ikki hevur biograf hevur ofta minni áhuga – serliga fyri yngri fólk.

– Harafturat gevur Dansk Filminstituttið beinleiðis stuðul til renovering av biografum – og stuðulin verður latin saman við kommunalum stuðuli, sum er umleið 50% kommunan og 50% frá filmistituttinum. Heilt nógvir danskir biografar hava fingið stuðul gjøgnum hesa skipan til renovering.

Stórar kommunur stuðla eisini biografum
Vit vitjaðu heimasíður hjá donskum kommunum og har sást at flestu kommunurnar vit vitjaðu veittu beinleiðis fíggjarligan stuðul til biograf virksemi.

Lolland Kommune sum telur 47.000 íbúgvar hevur í síni visión fyri mentunar og frítíðarøkið hesa orðing um biografar:

Biografer Lolland Kommune bør fastholde den økonomiske støtte til biografvirksomheden for at
sikre en vis geografisk spredning af biograf- og repertoireudbud.