Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráfarin FIFA-dómari innkallaður

John William Joensen

Lassin Isaksen skal døma stórdystin á Norðoyastevnu millum 1991-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ-lið

Lassin Isaksen var í nógv ár ein av fremstu dómarunum her á landi. Hann var eisini FIFA-dómari í fleiri ár og dømdi millum annað altjóða a-landsdystir.

Nú eru tvey ár liðin, síðani Lassin gavst at døma á hægsta stigi, men nú eru boð eftir honum aftur. Lassin skal nevniliga døma stórdystin á Norðoyastevnu millum 91-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ-lið.

Í hesum dysti fara spælarar, sum mannaðu føroyameistaraliðið hjá KÍ í 1991 at spæla ímóti teimum, sum í dag manna Vodafone-liðið hjá KÍ. Lagt er upp til eitt brak millum gamlar hetjur og ungar leyvur – og spurningurin er so, hvør vinnur dystin.

Dysturin tey bæði KÍ-liðini verður í Djúpumýri sunnudagin kl. 15.00.

Harleywoodpaint