Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Ósá røddi á Miðnáttarsamkomuni:

John William Joensen

Á hávetri hildu teir gomlu gildi, glaðir yvir, at hin myrka tíðin var liðug, segði Jógvan Ósá m.a. í røðuni á miðnáttarsamkomuni

Norðoyastevnuaftan 2009.

Gott fundarfólk – góðu stevnugestir.

Fuglur letur av gleði,
lambi á ljósum degi
leikar um grønan vøll.
Nú prýða blómur teigar,
bjørt skínur sól um heiðar,
Frøist natúrin øll.

Soleiðis syngja Hans Andreas Djurhuus og Regin Dahl.

Og vit kunnu ikki annað enn taka undir við hesum.
Nú okkara nattúra – okkara land – okkara oyggjar – okkara býir – eru summarklødd.
Latin í ársins vakrasta búna.
Nú summardáin hvíta hevur lyft høvdið og vísir okkum hvussu vøkur hon er.
Nú sóljur standa um bø og haga – mest í veitum – og eisini prýða okkara Vágsbø.
Nú natúran rópar av gleði: “EG VIL LIVA”.
Burtur er myrkur og stormanna ljóð – burtur er myrkri í sinninum eisini – og vit frøast og frøast yvir ljósið.

++++++++++

Aftur í ár, 2009, halda vit Norðoyastevnu.
Fólk hava tey seinastu árini hildi, at slíkar stevnur hava ikki lív laga.
Tað hendir ov líti – ov líti nýtt kemur fram á stevninum – tað sama og sama – ár út og ár inn. 

Og nú vit hava summarfestivalar av ymiskum slag – ein er longu í kvøld á Skálafjørðinum – tykist sum stevnurnar uppá forhond hava tapt.
Trúgvi ikki at Steintór & Co høvdu ætla hettar – og høvdu ikki rokna við hesum.
Men nýggjar tíðir – nýggjir siðir.

Men hvussu byrjaði alt hettar??

Føroyingar hava í øldir hildu ólavsøku í Havn, men okkara sjómenn, sum tá vóru farnir at royna við Íslands- og Grønlandsstrendur, vóru ikki heima á ólavsøku.
Og mistu tí hesa høgtíð – at koma saman til ítrótt og leik – at hitta vinir og hava sær at gamni.

Í 1936 taka menn seg saman og fara at halda norðoyastevnu.

Um hettar skrivar Norðlýsið soleiðis:

“Á hávetri hildu teir gomlu gildi, glaðir yvir, at hin myrka tíðin var liðug, og at sólin, ljósið á síni suðurferð, var steðga, og aftur var farið at ferðast norður eftir, berandi við sær summar og gróður, berandi við sær sjálvt lívið.
Tá summarið kom, livdu teir eisini. Alt tað, ið myrkri hevði stongt inni, tey longu óhugnaligu vetrarkvøldini, spíraði fram, og unglingar og eldri menn hittust á tingstøðum og á stevnuvøllum til kappingar, skemtingar og stuttleika til gaman og álvara.
Summar og stevnur hoyra saman. Summarsins mjúka lot, sveipandi mjørkatám og tær gróðradimmu líðir, døgtungar í morgunroðanum, er kransurin, ið náttúran hevur gjørt stevnum frá fyrndini av, og í mannabørnum hevur hon eisini lagt tráan, ið føst er bundin av hesum summarsins vakurleikum og kann njóta teir.
Norðoyastevnan er ein slík stevna, ið grundar á forfedranna kappingarstevnum, har teir komu saman til ítrótt og leik, hvar ætt hitti ætt, og vinir funnust.
Ætlanin er, at gera hana til summarstevnu eisini fyri allar teir Føroya synir, ið mugu rýma frá tí føroyska summarinum. Gera hana til eina hugnaliga løtu, áðrenn skilnaðin, eina løtu, ið minnst kann verða á, tá sjóbardir menn, troyttir av sleipi, venda huganum heim aftur at heimlandinum, og vónandi kemur hetta at eydnast”.

Og júst í dag fyri 73 árum síðan, var fyrsta Norðoyastevnan sett, leygardagin hin 6. juni 1936.

Um tú kannar søguna, tykist tað áhugavert – og kanska løgi – at fótbóltsliði TB var komi heilt av Tvøroyri, at leika dyst í Klaksvík, tað fyrstu norðoyastevnu.
Kanska hava teir gjørt avtalu um, at so skuldi KÍ koma til Suðuroyðar at leika dyst á Jóansøku.
Hettar eru tó bara gitingar frá mínari síðu.

Forrestin vann KÍ 2-1 á TB hendan dag.

Teir fyrstu, ið mannaðu norðoyastevnunevndina, vóru:
Hákun Djurhuus var formaður, Sámal Petersen var kassameistari og hinir nevndarlimirnir vóru Petur Joensen, bedingsmeistari og Johan Rasmussen, Jóhan í Grótinum.

Til stuttleika kann nevnast, at tað sosiala var eisini lagt inn í tað fyrstu stevnuna, tí avgjørt var, at um stevnan gav avlop, skuldi peningurin nýtast til eitt filmsapparat til skúlan.

At stevnan var løgd fyrsta vikuskifti í juni, er kanska komi av, at íslendara hava sjómannadagin hettar vikuskifti.
Men eisini hettar er bert gitingar frá mínari síðu.

Á tí fyrstu norðoyastevnu var føroyskur dansur í pakkhúsinum úti í Klaksvík – í Spaniastovu – og sjónleikurin “Hjá Dalabóndum” var spældur í Samkomuhúsinum.

At nógv er broytt, mugu vit ásanna, og kunnu vit til stuttleikar nevna, m.a. at Óla Jákup Jakobsen, – abbabeiggi mín – í útvarpinum segði frá, at hettar var tann størsta inntøkan hann hevði havt av ferjuni.
Hann fergaði, tvs. við árabáti, tá saman við einum øðrum (Jógvan Linklett ella Jógvan Johansen, Jógvan í Ánunum) tvørtur um vánna, og tá ið dansur var Úti í Klaksvík, hava óiva nógv sloppi sær lættast yvir um vánna, við at verða róð yvir um.

++++++++++++

Í Klaksvík hava altíð verið upp- og niðurgongdstíðir. Ofta hevur sæð svart út.
Men vit eru komin afturí aftur.

Havi hoyrt tað tiltikið, tá ið Jógvan Kjølbro og beiggi hansara Dávur, átti sluppina Solo deo Gloria saman.
Fiskaprísurin var í botni – og ja, man slapp ikki av við fisk.
Fiskakjallarin heimi á Biskupstøð var so fullur, at teir fingu ikki hurðina aftur, tá í Solo fór á Suðurlandi.

Dávur var fiskiklógv, so tað var ikki tað ið var problemi (trupuleikin).
Trupuleikin var at sleppa av við fiskin.
Og hevði Kjølbro ikki selt fiskin, tá ið Solo kom aftur av Suðurlandinum, var alt liðugt, og teir fóru av knóranum.
Ja, tá stóð nógv á monnum.

Tá ið so Solo kemur aftur av Suðurlandinum – søkklagin inn eftir vánni – fór Kjølbro rógvandi út í móti honum – (tá vóru ikki kaiir/brúgvar) – og langt áðrenn hann var komin til skipið, rópti hann:
“Dávi – kjallarin er skralltómur”.

Tá var frøði á monnum.
Hettar vóru bestu boð, teir kundu fáa.

+++++++++++

Nú stendur aftur á gomlum nøglum.
Kósavirkið liggur stilt – og hevur gjørt tað tað seinasta ½ árið.
Klaksvíkar Kommuna er illa fyri –og roynir eftir besta førimuni at sleppa sær – ella rættari sagt, okkum – burtur úr trupuleikunum.
Men má hettar ikki aftur fara at laga seg.
Vit hava víst tað áður – og vit fara nokk at vísa tað aftur.
Ja, vit fara aftur at syngja: “Her er menning og nørandi gróður. Her í Norðoya prúðastu bygd”.

++++++++++

Men vit hava so ómetaliga nógv at frøðast um – og takka fyri – vit sum búgva í Føroyum – vit sum búgva her í Klaksvík.

Hugsi her um vinarlag – grannalag – og hvussu nógv vit hava at týða fyri hvønnannan.
Kanska onkur heldur, at vit viðhvørt fylgja ov væl við, hvat onnur gera.
Men til dømis. Familjubondini eru sterk. Okkara foreldur, okkara børn, okkara abba- og ommubørn hava ALT at siga.
Hvussu tað gongur teimum – hava tey tað gott – klára tey seg í øllum hesum meldrinum – og kunnu vit hjálpa – og bøta um støðuna, tá ið illa veit við.
Og tá ið tey gleðast yvir okkurt, ja, so er tað púra natúrligt, at vit gleðast saman við teimum.
Eins og tá ið tað gongur ímóti – og sjúka og deyðin vitja. Tá standa vit øksl við øksl við teimum – og hjálpa um vit kunnu.

Aðrastaðni úti í heimi búgva fólk dyr um dyr – kanska bara 40 cm millum úthurðina – og tey kenna ikki hvønnannan.

Havi verið úti fyri í mínum arbeiði í Danmark, at maður hevði ligið 3 mánaðar deyður í síni íbúð.
Tað vóru hægst 50 cm millum úthurðarnar.
Men tey kendu ikki hvønn annan – visti onki um hvønn annan.
Tá ið tað fór at lukta úr íbúðini, var løgreglan boðsend.
Og har lá gamli maðurin. Púra einsamallur – Ongin var góður við hann – Ongin hevði verið um hann – ongin familja ongir vinir, høvdu givi tí gætur, at maðurin ikki hevði verið at sæð í 3 mánaðar.

Tá ið okkara ungu fara uttanlanda, til dømis at lesa og kanska fáa nógv betur starv bjóða har – bæði betri arbeiðsumstøður – betri løn – betri ansingarviðurskifti – betri íbúðarviðurskifti – og helst betri klima, er tað hettar ið telur.
Føroyar – kenningar, vinir og familjan – Eg má sleppa HEIM.
Tí har vil eg verða – har vil eg at míni børn skulu verða – merkja tann kærleika, ið bert tey nærmastu, vinir og kenningar kunnu geva.

Hettar eru virðir, ið ikki kunnu metast nóg høgt.

Og tey eiga vit – og skulu verja.

++++++++++

Nú til nakað heilt annað.

Sum tey flestu vita, var eg politimaður í mong ár, áðrenn eg fór frá við eftirløn fyri fáum árum síðan.

Tað at verða politimaður, er sera spennandi.

Har er bæði spenningur, gleði og sorg.

Ikki er tað altíð so stuttligt, eitt nú at fara út við deyðsboðum osv.

Eitt er eisini. Tú hevur tagnarskyldu.

Eg fari tó – uttan at nevna nøvn – at siga tykkum frá nøkrum, ið eg ikki haldi at eg kann goyma. Og eg haldi meg innanfyri tagnarskylduna.

Eg má siga tykkum frá um Stinu. Ja, hon eitur ikki Stina veruliga – men vit kalla hana bara Stina.

Hon er nakað heilt fyri seg sjálva.

Mær er sagt, at tá hon var ung, var hon ein vakurleikadrotning – og mannfólkini fullu pladask fyri henni – allir samlir.
Hon minti nógv um Sophie Loren.

Nú eru nøkur ár síðan – og nú hevur hon fordopla vektina – gott og væl tað
Stina er røsk – arbeiðir mest sum hvønn dag á flakavirkið – men hevur tann óvana, at hon drekkur sær eina góða kenning nakrar fáar ferðir um árið – og tað er ikki eitt menniskja í býnum, sum ikki veit tað, tí hon ferð altíð í býin – og ja, ger sær fyri skommum.

Ein dagin kom hon inn á politistøðina, at boða frá, at maðurin var rýmdur frá henni og var burtur.
Skuldi líka til at siga, at tað skilji eg væl – men tók meg í tí – og segði onki.

Hon hevði góða kenning.
Komin fram til diskin, ropaði hon beint í andliti á mær.

Hon var ílatin ein gulan blomstrutan kjóla – blomstur og blomstur – Har vóru ikki bara blomstur, tí eg minnist, at eg sá bæði summarfuglar og springarar á kjólanum.
Á høvdinum hevði hon ein stóran hvítan hatt – við øllum møguligum uppiá og mitt í øllum – ein stór grøn fjøður – og okkurt, ið líktist einum reyðum súrepli.

Skógvarnir vóru ljósareyðir – høghælaðir – sum hon beglaði alla tíðina.
Hon hevði eina stóra grøna tasku – og tað segði óført klirr – klirr í taskuni.
Hon hevði smurt eina hálva lepastift uppá varrarnar – hvat eg fekk at føla seinni – og fyri líka sum at seta kulør uppá tað heila.
Ja, so hevði hon eisini blátt eyga.

“Eg vil, at tit finna mær mannin – eg eri so góð við hann – og kann slettis ikki umvera hann.
Og fyri alt tað, so hevur hasin lúshundurin krógva eina hálva reyða Vodka fyri mær – og EG FINNI HANA IKKI” geylaði hon inn í høvdið á mær – og var um at gráta.

“Så – så – rólig góða – rólig – so má eg fáa eitt signalement av manninum” segði eg.

“Eitt signal – eitt signal frá honum?? Nei, hann hevur onga fartlf. við. Hon liggur heima á køksborðinum” var svarið eg fekk.

“Nei, nei – eg skal hava at vita, hvussu sær hann út – hvat er hann ílatin og sovori”.

“Áh – áh, so ” – og aftur eitt risa rop beint í andliti á mær – “hann var í ljósabláari tjóðveldisblusu – gomlum cowboybuksum – við hol á knæðnum – í hvítbotnaðum gummiskóm, ið eg keypti honum frá Jóan Jakku í Vágsbotni undir útróðrastreikini í 1975 og so hevði hann alpuhúgvu á høvdinum”.

“Hevur hann nøkur frámerkir – eitt nú móðurmerki ella okkurt sovorið”.

“Nei, hann hevur onkið móðurmerki, men hann hevur gøð í høgru hond – kamfjøðir á nøsini – og so hevur hann eitt heftiplástur á vinstra tumli.
Hann skarð seg nemliga í gjár, tá ið hann trekti eina øl upp”.

“Hann er 166 cm langur. Tað minnist eg so væl. Úr Miðvági til Strendur eru 66 km og so leggur man bara 100 afturat.
Hann vigar 172 pund – tað er tað sama sum sluppin Albert Viktor fekk í skippundum á Suðurlandinum í 1952. Tí minnist eg tað.

“Hevur hann nakra tatovering”?? vildi eg vita.

“Ja, men tað hopi eg ikki, at hann gongur og vísur” – og hon var um at bresta í látri, “hann hevur tatovering á reyvini – á vinstra reyvabolla er skriva “Love you” og á høgra “Fuck you”.

“Ja, latum okkum vóna, at hann ikki gongur og vísir tatoveringina framm”.

“Hvar er WC”?? – Eg vísti henni út á WC. “Tú veit kaffi. Mann pissar so nógv av tí. Drekkur mann ein kopp, skal man pissa tveir koppar útaftur”.
Hon segði onki um øl.

“Eg taki tennirnar úr. Eg missi tær altíð burtur, tá ið eg eri í býnum, og tær eru so forb…. dýrar”.
Hon tók handilstennirnar úr – og sleppti tær niður í grønu tasku.

Hon gav sær góða tíð á WC-inum –og kom so út aftur.
Hon hevði grønu tasku við.
Tá hon kom útaftur, var ikki so væl vori.

Hon hevði kjólan aftan niðri í undirbuksunum.
Eg royndi at gera hana varugan við tað, men hvussu hon royndi, so fekk hon ikki kjólan upp úr undirbuksunum, og tá ið so hon byrjaði at lata seg úr undirbuksininum, rópti eg:

“STOPP – STOPP – Eg skal hjálpa tær” – og rann útum diskin, og royndi at toga kjólan upp úr undirbuksunum, ið forrestin vóru reyðar.

Meðan eg royndi hettar, tók hon knappliga um høvdið á mær – og mussaði meg fast mitt á munnin, so eg bleiv reyður um næstan alt andlitið av lepastift – og líktist mest Pjerrot framman í.

“Eg havi altíð droymt um at mussa ein politist – og nú havi eg gjørt tað. Tra – la – la- la”.

Akkurat tá gekk hurðin, og postboðið kom inn.
Hann hugdi við stórum eygum, at tí hann nú var vitni til.
“Hettar er ikki tað tú heldur – hettar er ikki tað tú hugsar” rópti eg á hann.
“Áh, so” – segði postboðið – “hvat hugsi eg”??
“Ja, hvat hugsar tú”?? spurdi eg.
“Nei, eg hugsi bara, at tað er gott, at eg eri postboð – og ikki politistur”, svaraði hann, legði pakkan við nummarplátunum á diskin og fór bakkandi/bukkandi út í gjøgnum dyrnar aftur.

Eg fekk hampa Stinu og var júst liðugur –
Tá brast hurðin upp á øðrum sinni.
Tað var maður Stinu – latum okkum kalla hann Lias.

“Hvar er kona mítt. Hon er vekk” – rópti hann – Men tá ið hann sá hana – rann yvir til hana, tók fast um hana og mussaði og mussaði hana.

“Áh, elskaða lambamæði hjá Lias – Snuskan hjá Lias – Trillan hjá Lias. Eg var so bangin. Eg helt at tú var blivin vekk” – og so mussaði og klemmaði hann Stinu – alt tað hann kundi.

“Nei, elskaði. Eg gekk bara ein túr – eg eri her” og rættaði uppá hattin eitt sindur – tí súrepli var um at detta á gólv av mussarínum frá Liasi.

Eg var líka við at biðja Lias vísa mær tatoveringarnar – men við tankan um, at postboðið kanska aftur kom á vitjan – tordi eg ikki.

Glaður var eg – eg var nú leysur við Stinu – og tey fóru avstað.
Tað seinasta eg sá til tey, hildu tey um hvønnannan, og fóru kvøðandi oman gøtuna – Bróka Tátt:

“Út at rógva for Jóannes,
tað var ei til dans,
giti man verða, meðan Kvívík stendur,
flundrutak hans”.

Ja, hattar var Stina. Hon vekir altíð nøkur minnir, tá ið eg komi at hugsa um hana.
Men fitt var hon – hóast alt.
Og Stina er ein líka so vakur summardái, sum øll onnur.
Ein villblóma í rósuhavanum, sum, hóast annarleiðis í útsjónd og atferð, prýðir um einstáttaðu fjøldini.

++++++++++

Eg fari at enda við seinasta ørindi, í einum sangi, ið Hans Andreas Djurhuus gjørdi til havnavígsluna í Klaksvík 26. september 1937.

Men á kvirru kvøldarstund,
Tá ið mánin gyllir sund,
Góður tykist skáin.
Tá er bygdin millum fjøll
vorin sum ein dreymahøll,
fram við blankan vágin.

Tøkk fyri, at tit tímdu at lurta og
framhaldandi,
Góða Norðoyastevnu.

Klaksvík 6. juni 2009.

Jógvan E. Ósá,
josa@post.olivant.fo