NÚ skal tað síggjast, at Føroyar eru við. NÚ skulu Føroyar á heimskortið. NÚ skulu Føroyar vera heimsins fremsta land bæði í hesum og hasum.
Og tað gera vit við at skipa fyri eini ráðstevnu, sum ikki hevur sæð sín líka.
Hetta er afturvendandi uppskriftin hjá samgonguni og almennu umsitingini í Havn, sum hvørki veit út ella inn, nú fíggjarkreppan bræðir niður okkara búskap og longu langt síðani hevur gjørt seg inn á lívsgóðskuna hjá fólki kring landið.
Trupult er at máta, hvat gagn er í ráðstevnum, men ongin man ivast í, at lítið av týdningi man verða flutt, tá avtornar. Ráðstevnur eru fyrst og fremst vorðnar ein ídnaður. Vinnurekandi feløg og fyrilestrahaldarar vinna eftirhondini væl av peningi burturúr at skipa fyri ráðstevnum, og tí ræður um at nýta hugflogið og støðugt finna upp á nýggj evni at savnast um. Stóru og vælútgjørdu borgirnar í høvuðsstaðnum eru altíð karmar um ráðstevnurnar, og almennu stovnarnir serliga í høvuðsstaðnum senda síni fólk avstað fyri almenna løn at leggja oyra til klóku fyrilestrahaldararnar – í flestu førum danir, sum jú eru munandi betri útbornir og stuttligari enn vit bygdasligu føroyingar – og so er aftur ein góður handil komin til høldar.
Seinastu árini havi eg verið til nakrar av hesum ráðstevnunum. Í flestu førum er talan um góðar fyrilestrar – treyðugt so – og sera góðan mat. Men sjáldan spyrst annað ítøkiligt burturúr. Tá ráðstevnan er av, er “projektið” liðugt, og gerandisdagurin heldur fram óbroyttur. Tað tykist, sum ráðstevnan í sær sjálvari er “projektið”. Ráðstevnan í sær sjálvari setir Føroyar á alheims landkortið, halda nøkur. Men hvat fingu vit burtur úr Bill Clinton ella Al Gore? Búskapurin er ikki batnaður. Sølan av flagtekjum á alheimsmarknaðinum er ikki komin í gongd. Veðrið er ikki vorðið betri. Eru vit vorðin klókari? Ella kendari?
Nú ætlar Uttanríkisráðið at seta Føroyar á heimskortið. Tað skal gerast við eini ráðstevnu, segði tíðindamaðurin ídag. So nú fara hópar av almennum starvsfólkum aftur í gongd. Fyrireikandi fundir skulu haldast. Helst spyrst eisini onkur uttanlandsferð burturúr at tosa við onkran, sum veit betur enn vit føroyingar. Serfrøðingar skulu bíleggjast. Hølir, skráir og matur til gestirnar skulu útvegast. Enn eitt projekt er á veg. Tíðindir spyrjast burturúr, og aftur hendir okkurt í høvuðsstaðnum. Og fyritøkurnar, sum liva av at skipa fyri ráðstevnum, aftur fáa sína dagløn fyri almennar skattakrónur.
Meðan útróðrarmenn, sum halda landinum uppi, fáa 10 kr. í tímaløn. Ójavnt er býtt.
Góðu tit í landsstýrinum: setið ráðstevnuforboð!
Bill Justinussen, løgtingsmaður




