Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Svimjisamband Føroya: Fýra svimjarar úr Ægi millum teir 22 føroysku svimjarar ávegis til DÅM

Norðlýsið – Tíðindi

Komandi vikuskifti fara 22 føroyskir svimjarar til Danmarkar at kappast á Danske ÅrgangsMesterskaber, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Tað vil siga gentur upp til umleið 13 ár, og dreingir upp til umleið 15.

Stevnan er í ár helvt um helvt í Haderslev og Kolding í Suðurjútlandi, soleiðis at yngsti aldursbólkurin kappast í Haderslev, og hin í Kolding. Føroyingar hava luttakarar við á báðum støðum, úr øllum føroyskum svimjifeløgum, sum í heilum liggja væl fyri til at gera seg galdandi í kappingini ímóti dønum.

Í bólki 2 er Tanja Skaalum úr SuSvim styrkismett til at verða nr 1 í 100 og 200 bringu, og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim at verða nr 1 í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt nr 2 í 100 blandað. Alvi Hjelm úr Ægir er mettur at verða nr 2 í 400 frí, og føroysku genturnar liggja til at verða í oddinum í 4×50 frí, 4×50 blandað og 4×100 blandað.

Í bólki 1 er Magnus Jákupsson úr HS styrkismettur at verða nr 1 í 100 og 200 rygg, Poula Ø. Mohr úr FS at verða nr 2 í 100 frí og nr 3 í 50 frí, Cecilia Eysturdal úr Ægir at verða nr 3 í 400 frí, og Birita Debes at verða nr 3 í 100 rygg. Og hartil eri fleiri føri har svimjarar í báðum bólkum kunnu væntast at koma í finalu.

Føroysku svimjararnir eru

• úr Suðuroyar Svimjifelag: Eyðbjørn Joensen, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen, Sofus Bech, Erna Katrin Olsen
• úr Ægir: Alvi Hjelm, Victoria Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Gunn Joensen
• úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Óluva Jacobsen, Sunnleyg Eliasen, Jóhann Heðinsson, Poula Ø. Mohr, Jonna B. Thomsen
• úr Havnar Svimjifelag: Óli Mortensen, Markus Joensen, Magnus Jákupsson, Hjarnar Tórðarson
• úr Reka: Heðin L. Olsen, Turið S. Christiansen
• úr FLOT: Birita Debes

Føroyski hópurin fer avstað hósmorgunin 11. juni, og kemur heim aftur mánadagin 15. juni. Kappast verður fríggjakvøld, leygardag og sunnudag, við beinleiðis úrslitum á www.livetiming.se og www.svimjing.com/live