Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nyðruskýggj (Altocumulus)

John William Joensen

Varmarák hevur verið yvir eitt stórt øki – í erva er luftin óstøðug.

Føroyska navnið er komið av, tí tey líkjast smáum ullarlagdum. Hesi bøklaskýggj eru einar 2000 til 5500 metrar uppi, har hitin er nær við frostmarkið.

Tey eru vanliga hvít, tó onkuntíð grá. Avfall kemur ógvuliga sjálvdan úr nyðruskýggjum.

Nyðruluft boðar frá, at hitabrúgv er ávegis.

Myndin er tikin á Viðareiði seint seinnapartin sunnudagin.

Hitabrúgv við avfalli var ávegis sunnaneftir.

Ættin var høgur eystan.