Eftir ein ótrúligan endaspurt vann Klaksvíkingur 10-mannafarsróðurin á Sundalagsstevu, eftir at Eysturoyingur leingi hevði verið fremstur.
Samanlagt higartil í ár liggja Klaksvíkingur og Eysturoyingur púra javnir í 10-mannafarsróðrinum.
Í fyrsta FM-kappróðrinum, sum var á Norðoyastevnu, endaðu bátarnir púra javnir, í tí næsta, á Skálafjarðarstevnu, vann Eysturoyingur, og tann triðja, sum var á Sundalagsstevnu nú um vikuskiftið, vann Klaksvíkingur.
Sostatt er veruliga støðan púra jøvn, hóast stigatalvan sigur 20-19 til gula bátin av Glyvrum. Munurin kemst av, at Klaksvíkingur ikki vildi rógva umróður á Norðoyastevnu.
Sostatt er alt púra opið í FM-kappróðrinum hjá 10-mannaførunum í ár – so spennandi sum ongantíð fyrr.
Um Eysturoyingur hevði vunnið á Sundalagsstevnu, hevði helst verið tungt hjá Klaksvíkingi at fingið Eysturoying aftur, men so skuldi ikki verða hesaferð.
Leingi var líkt til, at tað skuldi ganga, sum tað hevði gjørt á Skálafjarðarstevnu, tí Eysturoyingur var á odda leingi, men so kom broyting í.
Tá ið 400 metrar vóru eftir á mál, byrjaði Klaksvíkingur av álvara at hótta.
Eftir at hava verið útivið eina bátslongd aftanfyri Eysturoying, høvdu teir á Klaksvíkingi ein so ótrúligan endaspurt, at tá ið bátarnir fóru um málið, var Klaksvíkingur tann fyrri um málstrikuna – hóast munurin var sera, sera lítil.
Endaspurturin var bæði langur og spennandi, umleið 400 metrar, og Súni Merkistein í útvarpinum var eisini fantastiskur og spennandi at lurta eftir í hesari ótrúligu róðrarfinaluni á Sundalagsstevnu.
Eftir róðurin vóru teir á Klaksvíkingi, sum vera man, ógvuliga fegnir, íroknað Martin Venned, sum hesaferð var við fyri fyrstu ferð.
HJARTALIGA TILLUKKU !!!
Tíðirnar:
1) Klaksvíkingur 09:26.02
2) Eysturoyingur 09:26.07
3) Ormurin Langi 09:36.12
Stigatalvan:
1) Eysturoyingur 20
2) Klaksvíkingur 19
3) Ormurin Langi 15




