Tað var ikki smávegis gáva, sum Niels Mortensen, vegna eigararnar av Bónus-handlinum í Klaksvík, týskvøldið handaði Klaksvíkar Kommunu.
Á móttøku í nýggja Bónus-handlinum í Klaksvík, sum var týskvøldið, fekk Gunvá við Keldu, borgarstjóri, handaða eina stórfingna gávu til Klaksvíkar Kommunu frá hesi handilsfyritøkuni.
Upplatingargávan hjá nýggja Bónus-handlinum, sum stendur beint við síðuna av nýggja handlinum, er gamla Spinnaríið, sum er ein av søguligu vinnubygningunum í Klaksvík.
Treytin fyri gávuni er, at hon verður brúkt til mentanarligt endamál.
Tað var ein sera fegin borgarstjóri, sum týskvøldið tók ímóti og vegna býráðið takkaði fyri hesa stórfingnu gávu.




