Í junimánaða var Norðlýsið ein túr undir Ennibergi við Alfa Pilot og sum myndirnar vísa var talan um eina heilt serliga uppliving.
Við á túrinum vóru umboð fyri miðlar og fólk innan føroysku ferðavinnuna og tað er felagið Northadventures sum skipar túrum undir Ennibergi.
Silgt verður upp til tvær ferðir um dagin úr Hvannasundi og undir Enniberg og sum myndirnar vísa er visuella upplivingin stór allan vegin.
Ríkt fuglalív, kópar og annað er at síggja umframt at silgt verður tætt undir landið. Silgt var tætt undir Urðini, Seyðtorvu og fari var eisini inn í gjónna undir Saksinum.
Klæmint Hansen skipari svarar spurningum frá ferðafólki og myndatólini vóru dúgliga brúkt. Undirtøkan fyri túrunum hevur verið góða higartil og møguleiki er at bíleggja pláss við at ringja á tlf 219507 ella 289508. Eisini ber til at vitja heimasíðuna www.northadventures.fo.
Tað er felagið Northadventures sum eigur og rekur bátarnar Komet og Alfapilot.
Sí myndir




