Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: BBústaðarkvøld í Eik í Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Hóskvøldið 2. juli kl. 20 verður tiltakið “At seta búgv” á deildini hjá Eik í Klaksvík. Øll eru vælkomin

Gott er at vera væl fyrireikaður, tá farið verður undir at byggja. Eik hevur drúgvar royndir innan bústaðarfígging og bjóðar til upplýsandi tiltak um at seta búgv.

Hetta kvøldið verður møguleiki at hitta onnur, sum skulu undir at byggja, og saman við komandi grannum og øðrum at fáa góð ráð um viðurskifti í sambandi við at seta búgv.

Á skránni verður:
Ann Fuglø, byggifrøðingur, tosar um, hvat hugsast skal um, tá farið verður at byggja
Fólk úr Eik greiða frá um bústaðarlán o.a.
Kári Thomsen, arkitektur og formaður í Føroya Nátturu- og umhvørvisfelag sigur frá um bjálving av húsum og alternativa orku

Eisini verður kaffi og okkurt gott afturvið.