Nú skattatølini fyri juni mánaða eru komin hevur Klaksvíkar Kommuna fingið hálva millión meira inn í persónsskatti samanborið við 2008.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, fegnst um gongdina.
– Hetta er positivt og verður hugt at fyrra hálvárið so sær út til at tann endurskoða fíggjarætlanin fer at halda.
– Gongdin í junimánaða gevur vón um at kommunan við ársenda fer at hava meira inntøkur enn tær 118 milliónirnar sum roknað var við á fíggjarætlanini.
– Tað er áhugavert at staðfesta at frá eini afturgongd í maj uppá heili 15% kunnu vit nú longu í junimánaða staðfesta eina framgongd uppá 5%, sumer eitt lop uppá heili 20% í skattainntøkum í eitt stutt tíðarskeið.
– Eg havi sera góðar vónir til seinra hálvár tí vantandi kemur virksemið aftur á Kósini um ikki so langa tíð og tað fer sjálvandi at hava eina sera positiva ávirkan.




