Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnaðarflokkurin tekur fult undir við Navigator/Næraberg verkætlanini.

Oliver Joensen

skrivar Jóannes Eidesgaard formaður í Javnaðarflokkinum í brævi til Løgmann, fiskimálaráðharran og løgtingslimir

Seinastu tíðina er ivi sáddur um hvørja støðu Javnaðarflokkurin hevur til omanfyrinevndu verkætlan, fyri at beina allan iva burtur, verður hervið bræv frá formanni Javnaðarflokksins til m.a Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra, endurgivið niðanfyri :

Tórshavn 3 juli 2009
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Jákup Mikkeslen, løgtingsmaður
John Johannesen, løgtingsmaður

Eri júst komin av fundi við Føroya Reiðarafelag um ætlaðu tiltøkini, Fíggjarmálaráðið arbeiðir við í samband við búskaparstøðuna. Á fundinum tók Hanus Hansen málið um Navigator/Nærabeg upp. Hann segði, at soleiðis um hann skilti málið, so vildi Fiskimálaráðið avgreiða umsóknina teimum til vildar, men at landsstýrið forðaði hesum. Tá eg spurdi nærri til hetta, fekk eg at vita, at tað var Javnaðarflokkurin og serstakliga eg sjálvur, sum forðaði einari loysn. Haraftrat nevndi Hanus Hansen, at soleiðis sum hann skilti málið, so fór Javnaðarflokkurin at leggja eitt misálit fram á Jacob Vestergaard, landsstýrismann ella stuðla einum slíkum, um ætlanin varð framd.

Eg má siga, at hetta skelkaði meg ikki sørt. Ikki tí, eg havi frætt frá fólki í Klaksvík, at hatta er søgan, sum gongur har norðuiri. Hetta harmar meg almikið, at so skal vera, og er hetta alt annað enn álitisvekjandi.

Eg tók Hanus Hansen til síðis eftir fundin og greiddi honum frá mínari og floksins støðu í málinum. Fyri tað fyrsta, so hevði eg fingið spurningin á fundi í lítlu samgongu, um vit fóru at stuðla einum misáliti á landsstýrismannin, um hann avgreiddi málið. Til hetta hevði eg svarað, at tað fóru vit sjálvandi ikki.

Hetta er framvegis svarið, og eg boðaði Hanusi Hansen frá, at eg í dag vildi gera hetta enn einaferð púra greitt yvir fyri bæði løgmanni og landsstýrismanninum. Tað verður við hesum gjørt, so hendan undanførslan ikki longur kann brúkast.

Tá eg havi víst á eitt stórt ivasemi um at geva frítt til at skifta ídnaðarskip út, enntá uttan støddaravmarkingar, so skal tað síggjast í ljósinum av, at fyri nøkrum fáum árum síðani samtykti Løgtingið at gjalda milliónaupphæddir fyri at fáa henda partin av flotanum út av grunnunum. Tí kann tað tykjast løgið, at Fiskimálaráðið í dag sigur, at hetta er neyðugt, um ein nýggj Navigator-ætlan kann síggja dagsins ljós. Fiskimálaráðið hevur somu møguelikar sum onnur ráð at fáa sær lógligar heimildir til vega gjøgnmum Føroya Løgting, um hetta er neyðugt til tess at fremja eina politiska ætlan.

Javnaðarflokkurin tók dyggiliga undir við fyrstu Navigator-ætlanini og hevur róst henni vítt og breitt, og flokkuirn leggur ikki hólmstrá í vegin fyri, at ein nýggja ætlan av slíkum slag verður reist.

Hetta tykkum til kunningar.

Jóannes Eidesgaard, floksformaður