Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

45 ár á Kjølbro Heilsølu

John William Joensen

Tann 1. juni var sannur hátíðardámur á Kjølbro Heilsølu tí tá hevði Anna Mikkelsen 45 ára starvsdag og Lisbeth Næs var avlærd

Tað var sannur hátíðardámur á Kjølbro Heilsølu hendan dagin í juni tá 45 ára starvsdagurin hjá Anni Mikkelsen var hátíðarhildin sama dag sum Lisbet Næs var avlærd sum skrivstovlærlingur.

Lisbeth Næs sigur at tað var meira av tilvild at hon fór í læru sum skrivstovu lærlingur hjá Kjølbro, men hetta er ein avgerð sum hon ikki hevur angra.

– Samstarvið og atmosferan millum starvsfólkini er framúr góð og eg stjórtrívist á Heilsøluni, segði hon og á móttøkuni fekk hon eisini góð orð við á vegnum frá stjóranum, Esther Mikkelsen, umframt ein málning hjá Heðin Kambsdal.

45 ára starvsdagur
Anna Mikkelsen sigur at lítið hugsaði hon at tað var eitt lívsstarv sum hon fekk tá hon byrjaði á Kjølbro Heilsølu fyri 45 árum síðan.

– Eg byrjaði í gamla handlinum hjá Kjølbro niðanfyri gomlu heilsøluna á Stongunum har Havnapalli var leiðari. Her arbeiddi eg í eitt ár áðrenn eg byrjaði á skrivstovuni hjá Kjølbro Heilsølu – so eg starvast hjá Kjølbro í 46 ár tilsamans.

– Tá var Nølle stjóri á heilsøluni men vit høvdu lítið við hann at gerða tí hann arbeiddi á innasta kontórinum og hevði mest við maskinlutir at gerða.

– Torri Lindberg var leiðari hjá okkum og ikki at siga so var arbeiði hjá okkum ikki at samanlíknað við dagin í dag.

– Tá var alt skrivað við hond og vit høvdu prísirnar á vørunum í høvdinum. Hetta komst serliga av at vit hvønn mánadag gjøgnumgingu allar prísirnar so tað var skjótt at ein visti hvat alt kostaði sum stóð á hyllunum í Heilsøluni.

– Tá var skrivstovuútbúgvingin ikki so skipað sum hon er í dag – so tá eg hevði starvast í sjey ár á heilsøluni var sagt at eg var útlærd og handilskúlan tóku vit um kvøldarnar.

Anna Mikkelsen sigur at Kjølbro Heilsøla hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss men dagligdagurin er nógv broyttur.

– Respektin fyri leiðarum og starvsfelagum var heilt ørvísið fyri 45 árum síðan. Tá var umráðandi at sita upprættur og skunda sær at arbeiða tá leiðarin kom framvið – men soleiðis var tíðin tá.

– At fáa arbeiði á heilsøluni hjá Kjølbro var mett at verða eitt gott arbeiði tí tað kom ikki uppá tal at siga upp um ein ætlaði sær eitt hvørt – tí ein kundi ikki roknað við at fáa arbeiði aftur.

Hóast Anna sigur at hon ofta hevur hugsað um at roynt okkurt annað, so hevur hon verið støðuføst á Heilsøluni hóast fleiri stjóra og eigaraskifti.

Í dag er tað Esther Mikkelsen, sum er stjóri á Heilsøluni og tað hevur ongantíð gingið so gott sum nú í vit kvinnur ráða, sigur Anna skemtandi.

– Vit eru bara kvinnur á skrivstovuni, meðan mennirnir starvast á søludeildini og eg haldi at vit hava ongantíð havt tað so gott sum nú í kvinnurnar ráða, sigur Anna skemtandi.

Sjálvan 45 ára starvsdagin tann 1. juni ætlaði Anna at taka fríð, men dagin fyri fekk hon boð frá stjóranum at tey ætlaðu at hátíðarhalda dagin og tað var rørandi sigur Anna.

Á móttøkuni røddi stjórin á Heilsøluni, Ester Mikkelsen, og hon rósti Annu fyri góð evni at umstilla seg til broyttar tíðir og frá leiðsluni á heilsøluni fekk Anna ein málning hjá Heðin Kambsdal.

sí myndir