Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur stórt fiskatorg hjá Magn

(John William Joensen)

Eins og undan farnar fríggjadagar, so verður aftur stórt fiskatorg á parkeringsøkinum hjá Magn, nú fríggjadagin kl. 15.00.

Eins og áður, so verður bæði kalvi, toskur, hýsa og annar feskur fiskur at fáa – og ikki minst, so ber til at síggja og keypa livandi hummarar. 

Undirtøkan millum fólk hevur verið sera góð, og heldur áhugin fram, so ætla vit okkum at hava fiskatorg á parkeringsøkinum hjá Magn, hvønn fríggjadag í summar, sigur leiðarin hjá Magn í Norðoyggjum, Niclas Heri Jákupsson. Byrja verður sum sagt kl. 15.00, og verður hildið á fram til kl. 19.00 – ella til eingin fiskur er eftir.