Kl. Róðrarfelag kundi ikki ynskja sær betri úrslit á Vestanstevnu, tí fyrst vunnu kvinnurnar á Páll Fanga 6-mannafarsróðurin, og síðan vann Klaksvíkingur sín fjórða 10-mannafarsróður á rað.
Vestanstevnan var framúr góð hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vann heilar tveir FM-róðrar.
Stolta 10-mannafarið hjá felagnum, Klaksvíkingur, vann ein sannførandi sigur á Eysturoyingi, sum hesaferð var eina heila bátslongd aftanfyri.
Uttan iva er talan um eina heilt ótrúliga sterka og spennandi manning umborð á Klaksvíkingi í ár – kanska tann besta nakrantíð í kappróðrarsøguni!
Tó er einki vist enn, tí tann stutti og intensi kappróðurin á Ólavsøku er eftir, og einki er at ivast í, at Eysturoyingur er bæði svangur og tystur eftir at geva Klaksvíkingi kapping til seinasta dropa.
Framman undan FM-sigrinum hjá Klaksvíkingi á Eystanstevnu vunnu kvinnurnar á Páll Fanga teirra róður, eina hálva bátslongd framman fyri Jarnbard, og eina heila bátslongd framman fyri Gongurólv.
www.krf.fo skrivar, at talan var um ein sera góðan róður hjá teimum, sum felagið sjálvandi vónar fer at endurtaka seg á Ólavssøku.
Heimasíðan hjá KRF skrivar eisini, at dagurin endaði við convoy-koyring við vinnarunum í Klaksvík, sum endagði við móttøku í Neystinum, har nógv fólk tóku ímóti, og kaffi og køkur á borðinum.




