Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Jóhannesen trekt seg

John William Joensen

Í gjár vóru tvey evni sum fingu mestu umrøðuna á fundi í Javnaðarflokkinum – tað var Aksel Jóhannesen og John Jóhannesen, men hóast tíðindini ikki eru váttaði so ljóðar at John Jóhannesen hevur trekt sín kandidatur aftur

Tað ber meira á tann bógvin at tað verður nýggi maðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel Jóhannesen, sum verður nýggjur landsstýrismaður fyri Hans Paula Strøm.

Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum hevur fundast um møgulig uppskot sum skilst so hevur kjakið verið sera lívligt.

Trupult er at fáa nakrar viðmerkingar frá tingfólkunum, men sum skilst so hevur John Jóhannesen trekt seg. Javnarflokkurin møtist til fundar seinri í dag og tað er greitt at Aksel framvegis er eitt sera heitt evni.

Vit hava roynt at fingið tíðindini váttaði frá formanninum í tingbólki Javnaðarflokksin – men tað hevur ikki verið gjørligt.

Eidesgaard heldur fast við Suðuroynna 
– men er í andsøgn við seg sjálvan

Men verður Aksel Jóhannsen, landsstýrismaður dettur Mikkjal Sørensen, sum er einsta javnaðarumboð úr Suðuroynni út úr løgtinginum og sum skilst so er hetta nakað sum formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur víst á í kjakinum.

Men onnur í Javnaðarflokkinum vísa á at tað var júst Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, ið skundaði undir at Føroyar gjørdust eitt valdømi og tí kann tað tykjast løgið at hann nú heldur tað hava stóran týdning at Suðuroyggin eigur eina røst í Javnaðarflokkinum.

Sum skilst so er ætlanin at finna nýggjan landstýrismann í kvøld og tað hevur skund – tí royndirnar hjá øllum flokkum er at longri tíðin gongur meira stríð verður innanflokka.

Harleywoodpaint