Sjúrður Skaale og Ólavur Klakk halda fram sum frásøgumenn á Summar Festivalinum
Ein góður festivalur hevur brúk fyri góðum frásøgufólkum á pallinum. Undanfarin ár hava víst, at Summar Festivalurin hevur fatur í tveimum av teimum bestu – og teir halda fram.
Sjúrður Skaale verður aftur í ár frásøgumaður á stóra pallinum á Vágsbøi, og í Flags-tjaldinum verður tað Ólavur Klakk – ella skuldu vit sagt Ólavur Presley – sum fer at presentera bólkarnar.
Teir báðir hava á undanfarnu festivalum verið í toppformi, og teir eru fúsir at taka eitt tak afturat á Føroya størsta festivali.
Í dag er seinasta freist at keypa atgongumerki til Summar Festivalin, áðrenn prísurin hækkar. Atgongumerki fáast í Telebúðum, á Magn-støðum og á Teleshop.fo. Prísurin er 950 krónur. Í morgin hækkar prísurin við 100 krónum.




