Keyp atgongumerki til Føroya størsta festival í dag og spar pengar. Í morgin hækkar prísurin á atgongumerkjunum
Summar Festivalurin 2009 verður tann størsti og besti festivalurin nakrantíð. Fleiri heimshitt enn nakrantíð áður verða at hoyra á festivalinum, og teir bestu føroysku bólkararnir spæla eisini.
Robin Gibb, sum var ein av høvuðsmonnunum í Bee Gees, fer at syngja hitt hjá legendariska bólkkinum, sum seldi meira enn 200 milliónir plátur. Svenska ABBA The Show, sum júst hevur lagt Hollywood fyri sínar føtur, fer at framføra eitt stórsligið ABBA-show, og so fara Nik & Jay at fáa Vágsbø at kóka við teirra mongu popphittum.
Summar Festivalurin bjóðar eisini teir mest aktuellu føroysku bólkarnar, og pláss verður sjálvsagt fyri onkrum comebacki eisini. Frændur, Boys In A Band, Guðrið Hansdóttir, Anfinn & Co., Hanus G. Johansen, Páll Finnur Páll og onnur fara at spæla, og mong munnu gleða seg til løtuna, tá tiltikni rockbólkurin Chase fer aftur á pallin.
Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á Magn-støðum, í Telebúðum og á Teleshop.fo.
Keyp títt atgongumerki í dag og spar pengar




