Fyri løtu síðan var framsøgumaður Sambandsflokksin á tingsins røðarapallið og tók avstand frá Ólavsøkuuppskotinum hjá landsstýrinum
Í samband við nógv umtalað Ólavsøkuuppskotið hjá Landsstýrinum var Magni Laksáfoss framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum á røðarapallinum fyri løtu síðan og hann legði sjógv ímillum Sambandsflokkin og Ólavsøkuppskotið.
Hetta fekk fleiri tinglimir at spyrja um Sambandsflokkurin var lopin frá og ikki tók undir við samgonguni.
Hans Pauli Strøm kallaði framsøgurøðuna hjá Magna fyri størsta politiska solosangin hann nakrantíð hevði upplivað.
Karsten Hansen vildi hava svar frá løgmanni hvar Sambandsflokkurin var í hesum kjakinum – tí tað var spill av tíð hjá løgtinginum at viðgerða eitt uppskot um meiriluti ikki var fyri uppskotinum.




