Í samband við 17 ára føðingardagin tann 3. august læt Fonnflog upp triðju skrivstovuna – hesuferð á sjálvum Áarvegnum í Havn
– Tað stóð okkum í boði at fáa hølini sum Flogfelag Føroya helt til í og tá vit hava nógv viðskiftafólk í høvðusstaðnum var tað náttúrligt fyri okkum at taka av hesum møguleikanum.
– Meginparturin av fólkinum býr í høvuðsstaðnum og tí er tað eisini ein sera góð reklama fyri okkum at liggja mitt á Áarvegnum.
Leivur Fonn, stjóri í Fonnflog sigur at altjóða fíggjarkreppan rakar eisini ferðavinnuna og hóast sølan av ferðaselðum á internetinum er nógv vaksin so er framhaldandi brúk fyri ferðastovunum.
– Tað er nú einaferð soleiðis at tann vitan sum fólkini hjá okkum, sum hvønn dag arbeiða við ferðum og ferðaseðlum hava – er týdningarmikil og gerð at vit kunnu veita eina framúr góða tænastu og tí er tað framvegis soleiðis at stórur partur av fólkinum keypir sínar ferðir gjøgnum ferðastovur.
– Høvuðsorðsøkin til at vit lata upp í høvuðsstaðnum er ynski um at betra tænastuna og koma nærri viðskiftafólkunum, sigur stjórin á Fonnflog, Leivur Fonn.
Fonnflog hevur skrivstovur í Klaksvík, Runavík og Tórshavn. Seytjan fólk eru í føstum starvið hjá Fonnflog og í samband við nýggju skrivstovuna eru tvey fólk sett í starv.




