Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaknið høvuðsstaðarborgarar!

John William Joensen

Hvar eru løgtinglsimirnir, sum búgva í Suðurstreymoy nú álvara er í at niðurleggja Vinnuháskúlan í Tórshavn og flyta hann til ein útjaðara – Klaksvík ?.

Øll, ið kenna til Føroya søgu vita hvat skúlarnir Føroya sjómansskúli og Maskinmeistarskúlin – nú Vinnuháskúlin – hava avrikað, og ment okkum sum tjóð. Hesir skúlar eru víðagitnir um allan heim við teimum næmingum, sum teir hava ført út í lívið við hollari vitan.

Hvar eru løgtingslimirnir, sum búgva í Suðurstreymoy ? Er ongin sum talar at ?.

Tað er mær ófatuligt, at minni enn ein tíggjundapartur av Føroya fólki (Klaksvík) skal hava so nógv at siga á Føroya løgtingi!

Ágangurin móti høvuðsstaðnum má steðgast!

Jákup Símun Simonsen limur í Tórshavnar býráð