Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvítabók varð skjótt gloymd

John William Joensen

Hvítabók skuldi, fyri tíggju árum síðani, vísa á leiðina til sjálvberandi búskap, men síðani hon kom út, hava vit bara gjørt tað øvugta av tí, sum hon mælti til at gera. Tað segði Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undir viðgerðini av løgmansrøðuni.

Hvítabók, sum fyri tíggju árum síðani skuldi vísa á leiðina til sjálvberandi búskap, segði, at um vit skuldu gera føroyska búskapin óheftan av donskum blokki, so kundu vit velja ímillum at hækka skatt og avgjøld, at spara ella at slóða fyri einum vinnupolitikki, sum gjørdi vinnulívið ført fyri at vaksa um framleiðsluvirðið við nøktandi avlopi. Men síðani hava vit gjørt júst tað øvugta.

Skattalættar og øktur rakstur
Hvítabók mælti til skattahækkingar, men longu 1. januar 2003, byrjaði sjálvstýrislandsstýrið at geva skattalættar, og tann næsta samgongan helt fram við sama skattapolitikki, so tann møguleikin bleiv als ikki valdur – tvørturímóti.

Viðvíkjandi sparingum, sum Hvítabók mælti til, so eru rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum hækkaðar við tveimum milliardum krónum síðani 1999, so tann møguleikin er heldur ikki valdur – so langt ífrá tí.

Vinnupolitikkur
Hvussu tað hevur gingið við vinnupolitikkinum er ilt at siga. Vit útflyta meira nú, enn vit gjørdu í 1999, men vit innflyta eisini nógv meira. Vit høvdu eitt undirskot á handilsjavnanum í 1999 uppá 31 mió. krónur, og nú hava vit eitt undirskot uppá 690 mió. krónur (tøl fyri 2008).

Sjálvandi skulu vit ikki stara okkum blind uppá hatta seinasta talið, tí tað kann skifta skjótt hvønn vegin, men tað er einki sum bendir á, at vit hava fylgt Hvítubók, tá tað umræður at laga samfelagið til ein sjálvberandi búskap. Og kortini, so hava vit tveitt næstan 4 milliardir í blokkstuðli burtur síðani 2002.

Almenni sektorurin
Hvítabók segði, at eitt eyðkenni fyri føroyska búskapin er, at tann almenni sektorurin er lutfalsliga stórur, men at tá ríkisstuðulin minkar, verður tað almenna lutfalsliga minni.

Ríkisstuðulin er minkaður við 366 mió. krónum um árið, og harumframt er hann ikki prístalsviðgjørdur í fleiri ár, men hvussu nógv er almenni sektorurin so minkaður í hesum tíðarskeiðinum?

Samlaðu lønargjaldingarnar í 2001 vóur 5,3 mia. krónur og í 2008 vóru tær 7 mia. krónur. Vøksturin var 33,3 prosent. Men í sama tíðarskeiði eru lønirnar til almenna fyristing og tænastur øktar við 53,6 prosentum.

Avlopið hvarv
Landskasin hevði árlig avlop, heilt upp ímóti 700 mió. krónum fram til 2001, tá blokkstuðulin bleiv lækkaður, men síðani hava úrslitini ikki verið nakað, sum líkist tí.

Um nýggjastu metingarnar fyri 2009 eru eftirfarandi, so er samlaða landskassaúrslitið síðani 2002 eitt undirskot á 673 mió. krónur. Og hetta er eftir, at landskassin í sama tíðarskeiði hevur fingið heilar 4,9 mia. krónur sendandi úr Danmark, sum blokkstuðul. Telja vit ikki blokkstuðulin við, tosa vit um eitt samlað undirskot, sum liggur væl omanfyri hálvasættu milliard eftir bara 8 árum.

– og hetta kalla summi ”sjálvberandi búskap”.

Harleywoodpaint