Um farast skal eftir uppmøtingini til summarfestivalin fyrsta kvøldið, so bendir mangt á at Summarfestivalurin 2009 fer at seta met.
Hóast ongin hevur neyv tøl fyri, hvussu nógv fólk vóru til framførðslurnar á Vágsbøi í gjárkvøldið, so er onki at ivast í, at hetta er stórsta hóskvøldið hjá Summarfestivalinum nakrantíð.
Og alt bendir á, at festivalurin fer at seta met í ár. Veðrið sær út til at fara at vera sera gott um vikuskiftið. Hóast eitt sindur av sirmi í morgun, so byrjar sólin at kaga fram nú, so fyri veður setist neyvan nakar aftur.
Fyrireikingarnar hava verið væl skipaðar, tí karmarnir fungeraðu perfekt í gjárkvøldið og fólk vóru veruliga "við" tá framførðslurnar vóru.
Pallurin sýnist at standa betur fyri nú enn árini frammanundan og ljóðgóðskan var í topp.




