Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nik & Jay fingu áhoyrarnar við

Oliver Joensen

Danski hiphop bólkurin Nik & Jay fekk áhoyrarafjøldina við. Tey ungu sungu við av kraft.

Hugaligt at síggja, hvussu væl móttiknir Nik & Jay vóru í gjárkvøldið. Sum sagt aðrastaðni, so eru umstøðurnar broyttar til nógv tað betra síðani pallurin er fluttur.

Tað sýntist sum ljóðið ikki er so nógv ávirkað av vindi og veðri longur, tí pallurin ikki vendir beint uppí ættina ella undan ættini, og eisini tí at styttri er frá pallinum til teir áhoyrarnar, sum nú eru longst burtur.

Betraðu umstøðurnar komu heilt víst eisini Nik & Jay til góða, tí teir fingu rættuliga tey ungu at syngja við. 

Onkur av føroysku musikarunum, sum var til konsertina segði mær, at hann helt, at fyrr hevur ljóðið á Summarfestivalinum verið nakað veikt, hesaferð var styrkin perfekt.

The Dreams, okkara Punk Rock bólkur kom aftaná og nærum blásti alt um koll. Teir spældu fleiri føroysk løg og komu eisini sera væl frá framførslu síni