Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen borgarstjóri, kom niður á jørðina !

Oliver Joensen

Tað er skelkandi bæði at lesa og hoyra tað Heðin Mortensen hevur borðreitt við, nú tingfólk hava tikið spurningin upp, um, at tað hevði verið rættast, at flutt t.d. maritimu útbúgvingarnar til Klaksvíkar.

Nevnir man kommunala útjavning reisir hann uggafjarðarnar beinanvegin og ger ilt av sær. Nevnir man býti av vørugjaldi til aðrar Kommunur, reisist hann og talar at. Eg kundi nevnt nógv afturat, men lat meg heldur steðga her.
Heðin Mortensen skal sjálvandi verja Havnina, men ikki at unna nøkrum øðrum burturav, tá man hevur so nógv at lata av, er óskiljandi. Eisini tá vit hugsa, at hann er formaður í Kommunusamskipan Føroya, sum ikki bert umfatar Tórshavn.

Fá frítíðartilboð í Klaksvík ?
Og so, at Heðin Mortensen í Degi og Viku, fær tað at ljóða, sum um, at ov fá fríðtíðartilboð eru í Klaksvík til tey ,sum koma higar at søkja sær útbúgving, noyðist eg til stuttleika at spyrja Heðin Mortensen, um hann ongantíð hevur verið í Klaksvík.
Jú, sanninliga hevur núsitandi borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu verið í Klaksvík. Tí eg var so heppin, sum borgarstjóri í Klaksvík at vísa Heðini Mortensen á ein lítlan part av teim fríðtíðartilboðum vit høvdu at bjóða her norðuri. Ja, fyri at siga sum er, so tóktist hann bergtikin av øllum tilboðnum her, ja, enntá legði hann til merkis frítíðartilboð, sum ikki funnust í Havn tá, t.d Dávavirkið, har hópin av tónleikabólkum venja í bestu umstøðum.
Heðin, um tú hevur gloymt alt hetta, kann eg fríska minni hjá tær upp, við at nevna nøkur av fríðtðiðartilboðum vit hava her norðuri.
Nýggja snotiliga Badmintonhøllin, KÍ-Høllin, Styrkisvenjingarhølir, tvær Fimleikahallir, mest nýmótans Svimjihøll við baðilandi, sum tað einasta í Føroyum, veldugar umstøður til tónleikabólkar at venja og framføra í. Eina rúgvu av kvøldskúlatilboðum, har næmingar m.a. kunnu stytta sær stundir við at læra ymskt handaligt til prýðislutir. Her er eisini biografur og mentanarhús.
Og Heðin, um tú eisini sipar til mat-og skeinkistøð, so finnast eisini hesi í Klaksvík.
Ein Bowlinghøll er í Leirvík, har tað bert tekur umleið fimm til tíggu minuttir at koyra ímillum.
Harafturat gera kristiligu samkomurnar í Klasvík eitt megnararbeiði fyri ungdómin.
Tað er eisini nógv bíligari at leiga sær íbúð ella verilsi í Klaksvík.
So Heðin, eru tit so nógv betur fyri á frítíðarøkinum enn vit.

Norðoyatunnilin hevur ikki bara givið.
Vit bygdu okkum eina nýmótans góðs-og ferðavinnuhavn, og fingu m.a. góða avtalu við Smyril-Line, um at nýta Norðhavnina sum alternativa havn til Norrønu, tá var Norðoyatunnilin komin, men hetta toldi Heðin Mortensen heldur ikki, men setti ferð á, at byggja eina Havn á Oyrareingjum til millum annað Norrønu, og har hevur hon lagt at síðani, tá hon ikki leggur at í Havn
Hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri okkum her norðuri, er lætt at meta um, vit mistu týdningarmiklan part av inntøkugrundarlagnum.
Aftrurat hesum, verður so at siga allur inn og útflutningur í Norðoyggjum fluttur ígjøgnum Norðoyatunnilin til ella úr Havn og Kollafirði og Tórshavnar Havn fær allar intøkurnar.

Krøv til Klaksvíkar Kommunu
Skal ein stovnur í Klaksvík byggjast ella umbyggjast, er ongin møguleiki at føra hetta út í lívið uttan Klaksvíkar kommuna er noydd at taka fíggjarliga lut í hesum. Eg kann nevna nakrar av hesum verkætlanum. Trygdarmiðstøðin,( sum nú eisin er hótt av Havnini) Stovnurin við Mýruveg, Tekniski Skúlin.
Ja, hetta eru treytirnar vit liva undir her norðuri.
Ein kundi freistast at spurt, hvussu nógv Tórshavnar Kommuna fíggjarliga tekur lut í Skúladeplinum við Marknagil.

Føroya Løgting, nú skal tykkara vilji og styrki standa sína roynd.
Um útjagarin ikki skal vikna enn meiri, ja kanska doyggja, er neyðugt, at Føroya Løgting tekur spurningin í álvara, og hevur rygg til at taka avgerðir sum gagna útjaðaranum. Tit hava roynt tað fyrr við góðum úrslitið t.d. Skipaeftirlitið og Strandfaraskip Landsins.
Tit mugu ikki hokna undir trýsti frá m.a Heðini Mortensen, tí, hann fær alt uppí hendurnar av sær sjálvum, tí atdráttarmegin er so stór. Tórshavn er Føroya høvuðstaður og sjálvandi er tað mesta virksemið har, men tað vil ikki siga tað at alt skal verða í Havn, annars verða Føroyar ómetaliga fátækar.
Latið maritimu útbúgvingina koma til Klaksvíkar. Økið er útlagt til endamálið, so byggilendi er ongin trupulleiki. Ongin ivi er í mínar verð, at henda avgerð fer at gagna øllum Føroyingum. Ei heldur er tað longur tann stóri trupulleikin, hvar ein býrí Føroyum í mun til arbeiði. Tað eru mong sum ferðast bæði til og úr t.d. Havn til arbeiðis.
Heðin Mortensen, um tú ert bangin fyri at nakar uttanfyri Havnina fer at yvirhála teg, so tekur tú stórliga feil, og hetta er heldur ikki ætlanin við mínum viðmerkingum, men nú eiga vit tørn og tað skal verða nú.