Frá í dag og fram til Føroya Sjómannadag leygardagin 22. August verða filmar frá Sjómannadegi vístir á rásini IKTUS á R2-net – sum fólk við televarpsmóttakara síggja. Eisini er filmur frá tá springarin “Pollur” varð merktur og sleptur avstað í samband við Sjómannadagin 2006.
Í samstarvið við R2-net verður filmur frá Sjómannadegnum 2006 vístur hvønn dag.
Harafturat verður fimlur um springaran “Pollur” sum vitjaði á Føroya Sjómannadegi í 2006 vístur. Hetta var fyrsti springarin sum er merktur í Føroyum og beint áðrenn “Pollur” varð sleptur til havs var hann merktur.
Filmarnir verða sýndir á sendinetinum hjá R2-Net á rásini IKTUS sum øll ið hava televarpmóttakara síggja.
Filmarnir verða sýndir í framhaldi av hvørjum øðrum og sýningarnar byrjað kl. 12:00, kl. 17:00 og kl. 22:00 hvønn dag fram til sjómannadagin 22. August.
Um so er at tú hevur televarpsmóttakara og ikki sært rásina IKTUS – so ber til at ringja til R2-net á telefon 409999 og fáa hetta í rættlag.
Føroya Sjómannadagur
Sí skrá fyri Føroya Sjómannadag 2009 á www.sjomannadagur.fo




