Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini O. Heinesen skrivar: Komandi fiskiár

Oliver Joensen

Áheitan á forkvinnuna, í løgtingssins Vinnunevnd, Katrin Dahl Jacobsen.

Katrin sigur við útvarpið, at tað er eingin semja í nevndini um dagatali fyri komandi fiskiár. Hetta er ið hvussu er ikki nakað nýtt, at vinnunevndin ikki er samd.
Tað sum hevur verið vanligt er, at øll skilagóð uppskot eru feiða av borinum av samgonguni, eisini av undanfarnu samgongu, saman við einum tingmanni úr anstøðuni, við einum niðurskuri uppá 50% fyri húkaflotan.
Sama uppskotið er komi fram aftur í ár minus 50% til húkaflotan fyri fiskiárið 2009/10 Hóast at fiskidagarnir vóru lækkaðir við 10% fyri inniverandi ár. Verður hetta uppskotið samtykt, hevur húkaflotin bert 40% eftir av sínum døgum.
Hetta verður gjørt, uttan at tey sum leggja navn til henda niðurskurð, hava gjørt sær nakran sum helst ómak, at lisi tey verunligu veiðutølini, síðan fiskisagskipanin kom í gildi 1996.
At hesu tøl hava flutt seg, má standa einum hvørjum tingmanni og tingkonu greitt, sum skal leggja navn til og atkvøða fyri einum so stórum niðurskuri, meðan ein stórur partur av flotanum fiskar frítt uttan fiskidagar. Herumframt fær toskakvotu tillutaða av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum er beint í stríð við gáldandi lóg, um vinnuligan fiskiskap.
Upprunaliga vóru djúpvatnstrolarnir í bólki saman við partrolarnum, tá fiskivinnu-nevndin arbeiddi við upprunalógini í 1994. Tað hevur í hvussu er, ikki verið til fyrimun fyri djúpvatnstrolarnar at verið í bólki fyri seg, og uttanfyri fiskidagaskipanina frá 1996.
Tað sigur seg sjálvt, um fiskidagaskipanin skal virka eftir ætlan mugu allir bólkar verða við í skipanini.
Hetta var roynt í Ìslandi, tá teir settu sína kvotalóg í gildi, tá kundi bátar niðafyri 16 tons fiska frítt. Tað gingu bert 2 -3 ár til hesir fiskaðu 48.000 tons av toski um árið. Hetta var so broytt niður til 6 tons, í dag hevur hesin parturin av teirra flota einki rættindi, tí í Ísandi er einki skotti í lógini í millum Ùtróðrarflotan og tey stóri skipini.
Hetta skottið var á fyrsta sinni brotið í Føroyum upp undir vali 1998, tá ølbáturin hjá Føroya Bjór „Viðoyggjin“ var seldur vestur í vágar, og gjørdist grundalag undir einum stórum norskum stállíniskipi.
Tað at hetta skottið varð brotið, er orsøk til at útróðrarflotin er við at hvørva, og stállínuskipini av somu ørsøk stríðast fyri lívinum, tí tey eru farin frá 19 uppá 25/27 skip.
Úrslitið hjá skipi og manning er eisini falli í sama mun sum skipatali er økt.

Fyri at lýsa støðuna hjá botnfiskaflotnum, øll árini síðanni fiskidagaskipanin kom í gildi, setti eg Jacob Vestergaard landstýrismannin í fiskivinnumálum tveir fyrispurning: løgtingsmálini nr. S-37/2008 og nr. S-41/2008
Svari kann síggjast á heimasíðuni hjá fiskimálastýrinum undir fyrispurninar úr tinginum.

Tað eru serliga fylgiskjølini til løgtingsmáli nr. S-41 sum lýsa støðuna í botnfiskaflotnum øll árini fiskidagaskipanin hevur verið í gildi.
Har kann síggjast hvussu nógv fiska er fyri hvønn brúktan fiskidag frá 1997/98 til 2007/08 uppgjørt fyri hvørt fiskiár til 31. aug. 2008.
Hesu veiðutøl eru býtt uppá bólkarnar § 28. og § 29, greina sundur í fiskasløg. (talva 1 og 2)
Herafturat er lýst, hvussu stóran prosentpart hvør skipabólkur hevur fiska av teimum ymisku fiskasløgunum. Sum til dømis av toski og hýsu, sum nú gera at húkaflotin skal skjerjast líka upp til 50%.
Nøkur dømi:
Fiskiárið 1997/98: Brúktir Tons um
Toskur Hýsa Upsi Kongaf. Gullaksur Annað dagar dagin
Bólkur 1 552 185 2491 4975 730 1598
Bólkur 2 4675 3997 16477 666 5747 6786 6212 5,25
Bólkur 3 8354 7878 62 67 4128 2887 7,10
Bólkur 4 8382 4938 2125 99 3277 6993 2,69
Bólkur 5 5020 2943 606 196 601 17407 0,54
Bólkur 6 152 12 14 47 4804
Tils. 27135 19953
21775 6050 6477 21194 33499 2,87

Fiskiárið 2003/04: Brúktir Tons um
Toskur Hýsa Upsi Kongaf. Gullaksur Annað dagar dagin
Bólkur 1 5477 246 5007 3172 13 4857
Bólkur 2 4239 2154 31216 725 3896 2138 5018 8,07
Bólkur 3 5006 7484 40 28 6240 3167 5,94
Bólkur 4 8170 8803 611 72 4855 7989 2,82
Bólkur 5 5793 3539 313 2 598 17716 0,58
Bólkur 6 564 0 10 147 2245
Tils. 29249 22226 37197 4146 3909 20933 33890 3,36

Fiskiárið 2007/08: Brúktir Tons um
Toskur Hýsa Upsi Kongaf. Gullaksur Annað dagar dagin
Bólkur 1 2054 260 9868 1428 16 3706
Bólkur 2 788 1291 40559 314 18179 1916 4524 9,92
Bólkur 3 3556 3239 169 31 4748 2728 4,30
Bólkur 4 2230 2090 1104 15 2246 3569 2,15
Bólkur 5 2437 1579 314 1 861 8206 0,63
Bólkur 6 142 0 1 28 2085
Tils. 11207 8459 52015 1817 18195 15562 19027 4,68
Tað at kongafiskurin er niðurfiskaður hevur gingi serlig útyvir toskastovnin øll árini fiskidagaskipanin hevur verið í gildi.
2003/04 fiskaðu djúpvatntrolarinir meira tosk enn tey 25 stállínuskipini.

Meginreglan í okkara fiskivinnuupolitikki má vera, at fiskiríkidømi, sum enn í dag er okkara lívsgrundarlag, verður umsitið soleiðis.
1. at hetta ríkidømi verður umsitið, sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum,
2. at royndin verður ikki størri enn fiskastovnarnir tola,
3. at teir fiskastovnar, sum eru ovurveiddir, verða upp aftur bygdir,
4. at stødd og samanseting veiðuflotans verður lagað eftir hesum møguleikum.

Heini O. Heinesen, løgtingsmaður.

Harleyfacadeacryl