Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kørini uppsett

Norðlýsið – Tíðindi

Aftur í ár verður skipað fyri framsýning av ymiskum sløgum av havdjórum á Føroya Sjómannadegi.

Fyrireikingarnar eru í gongd til at taka ímóti gestum á Føroya Sjómannadegi, sum verður 22. August í Klaksvík. Eitt nú eru kørini komin upp og fiskar eru í nøkrum av teimum.
Fiskakørini eru vanliga eitt av teimum vælumtóktu tiltøkunum á sjómannadeginum.

Kørini standa eins og undanfarin ár norðuri á Stongunum við egningaskúrarnar, og hevur mong ein forvitin og barnslig sál havt gleði av hesi framsýning.

Enn eru ikki øll kørini fylt við havdjórum, men komandi dagarnar verða alsamt fleiri fiskasløg og botndjór í síggja í teimum.

Tað eru ymiskir bátar sum fáa tey ymisku fiskasløgini, sum taka tey við til lands og lata Sjómannadegum tey. Fyrireikarnir eru sera glaðir fyri hesa hjálp, sum ger tað møguligt at hava framsýningina.