Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í politikki kann alt henda

Oliver Joensen

Ein stutt viðmerking frá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, til grein hjá Bjørn Kalsø.

Stutt viðmerking til grein hjá Bjørn Kalsø.
Ja, í politikki kann alt henda. Tað er so greinin hjá Bjørn Kalsø eitt talandi dømi um.
Alt frá 1998 hava ymiskar samgongur arbeitt við at fáa eitt uppskot til eina pensjónsskipan. Hetta tí, at sannað verður, at um vit ikki í tøkum tíma taka neyðugu stigini, so verður tað almenna als ikki ført fyri at lyfta tær skyldur, sum tað almenna altíð hevur yvir fyri teimum gomlu í samfelagnum. Skyldur til at gjalda pensjónir, røkt og heilsutænastur. Hetta av tí einfaldu orsøk, at talið av eldri fer at vaksa munandi komandi árini.
Tá Bárður Nielsen var landsstýrismaður í fíggjarmálum, settip hann tíbetur fer á hetta arbeiðið. Ein arbeiðsbólkur varð settur, og hesin arbeiðisbólkur hevur nú latið eitt álit.
So tá Bjørn Kalsø ironiskt sigur, at Jóannes eigur uppskotið, so veit hann betur. Hetta er eitt uppskot, sum er latið av embætisfólkum, sum hava gjørt eitt drúgvt og gott arbeiði. Men politiska viðgerðin er ikki byrjað enn, men Bjørn veit væl, at hetta arbeiðið byrjar nú. Hetta fekk hann at vita á fundi í fíggjarnevndini so seint sum í gjár, um hann ikki visti tað áðrenn.
At eg skal eiga æruna av øllum uppskotunum í ólvasøkupakkanum, er ivaleyst at leggja ov nógvan týdning í mín persón. Men tað sum verri er, tað er so, at Bjørn eisini harvið sigur, at hini landsstýrisfólkini onga ávirkan  hava. Tað er so ikki nakað gott skoðsmál at geva teimum.
At Javnaðarflokkurin hevur sterkar meiningar um pensjónsuppskotið er at gleðast um. Flokurin er ílætin til tað viðgerð, sum byrjar fríggjadagin. Hví Bjørn Kalsø skal fáa ilt av tí, tað undrar meg.
Eg kann sjálvandi eisini undrast yvir "timingina" í útmeldingini frá flokkinum, men hinvegin kann Sambandsflokkurin og lantsstýrisfólk hjá sama flokki ikki eiga "patent" uppá at koma við atfinningum og ivasemi.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður.