Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlan nógv at gera í dag

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Vegna óveður, slapp Másin ikki út til Fugloyar í dag. Tí fekk tyrlan meir enn nokk at gera. Hon var heilar fýra ferðir í Fugloy eftir fólki og einaferð í Svínoy.

Tað var eitt heilt annað ljóð og heilt ein onnur ferð yvir tyrluni í dag. Hetta vísti seg eisini at vera tann nýggj AW 139 tyrlan, sum er bygd í Italien, ið reikaði runt um oyggjarnar í dag.

Tyrlan flutti smá hálvthundrað fólk og bleiv tí nakað seinkað í mun til ferðaætlanina.

Við golmu tyrluni tekur túrurin úr Klaksvík til Kirkju um 15 min. Við nýggju tyrluni tók ferðir bert 9 min.

Og tey ferðandi vóru eisini nøgd. Friðarlig og lekkur, samstundis sum hon flýgur munin skjótari, tók eitt av ferðafólkunum til. Tú kanst sita og tosa inni uttan at rópa, vindeyguni eru størri og vakurt útsýni.

Hóast hinar tyrlurnar kunnu samanberast við ein nýsýnaðan Volvo frá 1975, har alt virkar, so er henda tyrlan bara ein “nýggjur Volvo” við tí komfort, tað býður, segði ein væl nøgdur ferðandi, sum gleddi seg at byrja gerandisdagin aftur eftir eina góða summarferiu í Fugloy.

Nýggj AW 139 tyrlan hevur flogið í sambandi við oljuvinnuna í Hollandi, Onglandi, Hetlandi og Danmark.
Vónandi verður nýggjur sáttmála gjørdur aðrastaðni innan oljuvinnuna í næstum.

Men í dag gjørdi nýggja, snotisliga og kvika tyrlan sanniliga nyttuna millum Fugloy og Klaksvík eisini, har smá hálvthundrað summargestir, sum onkusvegna hava ættarbond úr Fugloy sluppu lættliga og ómakasleyst til hús aftur.

Bell trylurnar hava  2 x 900 hk, meðan nýggj AW 139 tyrlan hevur 2 x1800 hk, so tað má merkjast.