Mikukvøldið klokkan sjey má simpulthen hvør einasti sanni KÍ-viðhaldsmaður møta upp við Djúpumýru at stuðla tí ógvuliga hart kroysta Vodafone-liðnum, sum MÁ vinna á sterku Víkingunum!!!
Tað verður ein øgiligur dystur í allar mátar á Injector Arena, tí í løtuni er Vodafone-liðið hjá KÍ veruliga heilt har niðri, sum teir væl kendu trollemmarnir frá Injector, nevniliga á botni.
Nú er eingin náði eftir. Nú NOYÐIST KÍ-liðið at levera vøruna, kosta hvat tað kosta vil.
Tapir KÍ mikukvøldið, og ÍF samstundis tapir fyri B36, so verða heili seks stig upp frá KÍ til B36, sum tá framvegis hevur spælt ein dyst færri enn KÍ.
Sostatt MÁ og SKAL KÍ vinna dystin mikukvøldið, tí gera teir tað, so kann ein sigur í Havn sunnudagin ímóti B36 hála teir bláu og hvítu akkurát upp um niðurflytingarstrikuna.
Áskoðarar, stuðlar og viðhaldsfólk kunnu og hava eisini sín rætt til at meina alt møguligt um bæði nevnd, venjarar og leikarar, men mikukvøldið snýr tað seg um eitt og bara eitt, og tað er at vinna tann sera torføra og harða dystin ímóti sterka Víkinga-liðnum.
TÍ MUGU ALLIR KÍ-ÁSKOÐARAR VÍSA, HVØRJUM TEIR ERU GJØRDIR ÚR, OG MØTA UPP ALLIR SUM EIN AT STUÐLA OG HEPPA KÍ-LIÐNUM.
Í sínari 105 ára søgu hevur KÍ ongantíð verið uttan fyri bestu deildina, so tað er eisini søgan, ið stendur upp á spæl.
Teir mugu ikki fara niður, teir mugu vinna, og tí mugu allir áskoðarar møta upp og gera sín part!!
KOYR Á KÍ !!!!!!!
TIT ERU 11 ÍMÓTI 11 – SETIÐ NÚ ALT INN FRÁ FYRSTA OG HEILT TIL ALLAR SEINASTA BRÍKSL OG GEVIST IKKI, FYRR ENN DYSTURIN ER VUNNIN !!!




