Nógv útgerð skal til hjá øllum liðunum í einum so stórum felagið sum KÍ.
Eftir summarsteðgin gjørdist greitt, at bóltar manglaðu hjá fleiri deildum. Men tað vísti seg beinanvegin, at stuðlar vóru klárir at veita stuðul. Sp/f Skarðhamar hevur stuðlað ungdómsfótbóltinum hjá KÍ við bóltum, soleiðis at størsti trupulleikin á hesum økinum nú er loystur.
KÍ takkar hjartaliga Skarðhamar fyri stuðulin.




