í kvøld klokkan 18.30 dk tíð, fer ÍF Føroyar á vøllin í størsta dysti í longu søgu felagsins. Hetta hevur vakt ans í donsku pressuni.
Í kvøld klokkan 18.30 dk tíð fer ÍF Føroyar á vøllin til størsta dyst í longu søgu felagsins, tá liðið skal spæla 1. umfar í donsku steypakappingini móti AB úr 1. deild. Dysturin verður – eftir ynski frá ÍF Føroyum – spældur á Gladsaxe stadion.
Dysturin hevur eisini vakt ans í Danmark. Kanal 5, ið eigur rættindini til at sjónvarpa frá donsku steypakappingini, fer at fylgja ÍF Føroyar-leikarunum undan, undir og eftir dystin móti AB. Innslagið, ið kemur burtur úr, verður víst um eina viku sum upptakt til at Kanal 5 fer at sjónvarpa fyrstu dystirnar frá steypakappingini.
Eisini størsta fótbóltsheimasíðan í Danmark, Bold.dk, hevur givið dystinum ans. Í dag skrivar heimasíðan:
http://www.bold.dk/nyt/Flyselskab-sikrer-ABs-pokalkamp




