Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2009

John William Joensen

Skáin fyri ársins sjómannadag byrjar longu hóskvøldið og ikki er ov nógv sagt at ársins Sjómannadagur verður tann mest umfatandi higartil.

Hósdagin kl. 16 byrjar føroyasjómannadagur við almennari móttøku í deildini hjá EIK í Klaksvík. Her verða modellskip hjá listamanninum Hans J. Fuglø sýnd fram og borgarstjórin setur framsýningina.

Síðani fer ein drúgv skrá av bakkastokki við m.a. stórari fiskikapping á Kósabrúnni fríggjadagin.
Leygardagurin er Stangabrúgvin sentrum fyri ársins sjómannadegi og umframt forvitnisligar vitjanir av sluppum, træbátum, havransóknarskipið o.ø eru listaframsýningar, kappingar o.a. mangt á skránni.

Alt ókeypis.
Av upplingum til børn og vaksin kunnu vit nevna rógving við jollum – Action á Sjónum har fólk verða sleipaði eftir Vánni á pútum av skjóttgangandi báti. Acton í luftini – er rennistrongur har fólk kunnu skreiða út á Vánna o.a. mangt. Alt ókeypis takka verið einari rúgvu av sponsorum sum verða almannakunngjørdir á ársins sjómannadegi.

Sí skrá við at trýsta her
www.sjomannadagur.fo