Eins og undanfarin á verður svomið tvørturum vánna á Føroya Sjómannadegi
Svimjing um vágnna
Tey sum dáma at flyta vatn við ørmunum og beinunum fáa aftur í ár møguleika at svimja kapp. Eins og undanfarin á verður svomið tvørturum vánna á Føroya Sjómannadegi
Í fjør var kappingin merkt av, at ein av bestu svimjarunum í Føroyum, Kári á Høvdanum, gjørdi bart og vann í sera sannførandi stíli kappingina, væl frammanfyri Magnus Jákupson, sum gjørdist nummar tvey. Cicilia Eysturdal kom á mál sum nummar trý.
Ein spurningur sum eisini í ár verður spurdur er, um svimjikempan úr suðuroy vil taka kappingina upp við Kára J. á Høvdanum, sum hevur absolutt bestu tíðina tvørtur um vánna.
Spennandi verður at síggja.




