Óvurstórur spenningur í egnikappingini í ár – møtast fýra teir kvikastu?
Fyrst vann hann føroyameistara kappingina við heili 20 sekundum frammanfyri Ólavi Jacobsen, sum gjørdist føroyameistari í 2007. Ólavur gjørdist nummar tvey og bara eitt sekund seinni koma Jógvan á Lækjuni, sum veruligani yvirraskaði í fjør.
Altíð eitt hæddarpunkt
Egnikappingin hevur á hvørjum árið verið eitt av hæddarpunktunum – soleiðis var eisini í fjør. Rættiliga nógv fólk var komið saman at heppa á egnarnar. Stemmningurin var í topp og nógv varð heppað.
Heimsmeistari
Umframt heimligu kappingina so gav meistaraskapurin at gongd til heimsmeistarakappingina, sum eisini var á Sjómannadegum í fjør. Til hesa serstøku kapping vóru Kjell Ovesen, úr Kjøllebjord úr Norra og Birgir Karlsson Thomsen úr Íslandi eisini komnir. Elmar vísti seg skjótt eisini at verða kvikast millum hesar báðar og gjørdist tí eisini heimsmeistara við miklum rómi í góðveðrinum í fjør.
Nógv gjørt burturúr
Í fjør var nógv gjørt burturúr. Tá heimsmeistarakappingin skuldi byrja, gingu teir luttakandi egnararnir í skrúðgongu eftir bryggjuni og upp á pallin har tjóðsangirnir vóru spældir.
Stórur spenningur
Roknað verður við sera stórum spenningi í ár. Møguliga verða fýra teir kvikastu egnarnir við í kappingini í ár – teir fýra, sum hava antin føroyameistaheiti ella heimsmeistaraheiti.
John Havn, sum ikki kundi vera við í fjør og sum bæði hevur heimsmeistaraheiti og føroyameistaheiti í skjáttuni, sigur at hann kennir seg noyddan at vera við í kappingini í ár. Hann hevur longu fingið fleiri prei frá gomlum starvsfeløgum og vinfólki.
– Eg var ikki heima í fjør, so tá kundi eg ikki luttaka í kappingini, so í ár skal eg nokk vísa hvør dugir er í mær. Eg giti tó, at tað verður ein øgiliga spennandi kapping. Mítt mál er at klára bestu tíðina hjá mær sjálvum, sum er 7min 41sek Um eg megni tað, so eri eg væl nøgdur, sigur John Havn í stuttari viðmerking.
Eisini Ólavur Jacobsen, sum gjørdist nummar tvey í fjør hevur ikki avgjørt um hann ætlar at luttaka í ár. Men hann er heilt vísur í kappingin verður sera spennandi í ár.
– Eg havi luttikið á hvørjum ári, so eg veit ikki um ikki aðrir skulu sleppa uppí part. Hartil havi eg eisini skift egningayrki út við hamaran, so eg veit ikki, hvussu góðari venjing eg eri i, men avgerðin verður tikin leygarmorgunum norðuri á stongunum. Nú fáa vit at síggja, sigur Ólavur við einum skeivum smíli.
Heimsmeistarin ger sítt
Elmar Rubeksen er burturstaddur, men vil gera alt fyri at halda spenninginum í hædd. Elmar vant so at siga úr øllum í fjør, og ætlar sær alt tað hann er mentur fyri at vinna heiðurin aftur í ár.
– Tað er ein lítil óvissa um, eg nái at koma heim til tíðina, men um eg nái, so skal prógva at tað ikki var av tilvild, at eg vann bæði meistaraheitini í fjør. Um eg og John Havn møtast, so verður óivað talan um eina sera spennandi kapping, sum eg tó skal gera mítt til fyri at vinna, sigur Elmar Rubeksen.
Ólavur Poulsen, sum eisini hevur vunnið heimsmeistaraheitið uttan nakrantíð at hava vunnið heimligu kappingina, verður væntandi eisini við í kappingini í ár. Ólavur vann heimsmeistarakappingina í vestmannaoyggjunum fyri nøkrum árum síðan, tá føroyameistarin, John Havn, ikki kundi fara til kappingina, av tí at hann var staddur í Barentshavinum.
– Eg rokni við at koma heim til kappingina, sigur Ólavur Poulsen frá norðhavinum har hann er á fiskileið. Nú havi eg altíð verið eitt kappingarfólk, og eingin ivi er um, at eg ætli mær at vísa hví eg vann heimsmeistaraheitið í Íslandi fyri nøkrum árum síðan. Um John Havn og aðrir kvikir egnarar møta á Stangabrúnni leygardagin, so skal eg gera mítt til, at hann ikki endurvinnur heitið.
Kjølur letur vinningin til komandi meistaran.




