Auðun Konrádsson, formaður í Meginfelag útróðrarmanna, sum er oldurabbasonur, Niels Lassen Johannesen, ið fórst við Løvenørn undir Íslandi í 1882, fer í kvøld kl. 19:30 at hava fyrilestur um Løvenørn.
– Eg fari at greiða frá tí sum vit vita um vanlukkuna. Tað forlisti tvey skip um somu tíð, Bella sum var úr Trongisvági so tilsamans 31 mans fórust. Eg fari eisini at greiða frá umstøðunum í Íslandi og Føroyum hesa tíðina.
– Í 1992 var eg saman við abba mínum og vitjaði vannlukkustaði og har fingu vit nógv áhugavert at vita og tað farið eg sjálvandi eisini at greiða frá, sigur Auðun Konrádson.
Fyrilesturin verður í deildini hjá EIK í kvøld kl. 19:30




