Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uttanríkisráðharrin vitjar smátjóðir í Evropu

John William Joensen

Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen er í dag farin á tænastuferð til fýra evropiskar smátjóðir, sum eru Liktinstein, Andorra, San Marino og Luksemborg.

Liktinstein er limur í EFTA, Luksemborg er limur í ES, og Andorra og San Marino eru í hvørgum felagsskapi.

Endamálið við vitjanini er sínámillum ráðførsla um avbjóðingarnar hjá smátjóðum í Evropu. Harumframt luttekur ráðharrin eisini í marknaðarføringini av Føroyum í Wien og Graz tann 4. og 5. september í sambandi við, at Føroyar spæla landsdyst móti Eysturríki.

Á ferðini fer Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, á fund við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, Aurelia Frick, og starvsbróður sín í Andorra, Xavier Espot. Eisini hittir hann uttanríkisráðharran hjá San Marino, Federica Bigi, eins og hann eisini fer á fund við Jean Asselborn, ið er uttanríkisráðharrin hjá Luksemborg.

Á fundunum sínámillum fara starvsbrøðurnir at viðgera evropapolitkk og mongu avbjóðingarnar, sum evropisku smátjóðirnar hava í felag.

Fyrsti fundurin verður við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, og her er Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri eisini boðin at hitta forsætisráðharran Klaus Tschütscher.