Eg kenni tað sum mína skyldu at skriva nøkur orð um viðareiðisvegin, sum er ein sonn deyðsfella.
Vit minnast øll, í hvussu so er allir norðoyingar, ta álvarsomu hending, ið var fríggjakvøldið 6 mars í ár. Ein bilur kom koyrandi norður eftir viðareiðisvegnum. Í bilinum vóru ein maður og trý ára gamla dóttur hansara, ið komu koyrandi norðureftir hetta kvøldið. Brádliga hoyrdist ein brestur, og alt gjørdist svart. Skjótt var bilførarin klarur yvir, at grót var komið rullandi niður á bilin. Nú mátti handlast skjótt og sleppa sær sjálvum og dóttrini út úr bilinum. Tað eydnaðist, og tey sluppu bæði frá hendingini við lívinum. Eitt satt Guðs undur, tí bilurin fór knús. Talan var bert um brøkpartar av sekundum, at tað ikki hendi álvarsamur persónskaði ella verri, at onkur lat lív.
Tað, sum er sera umráðandi, er, at hendingina ikki fer í gloymskuna, og vit bara liva víðari sum um einki er hent. Tað hava vit snøgt sagt ikki loyvi til. Vegurin er als ikki tryggur at koyra eftir. Hann er rætt og slætt ein deyðsfella. Tað liggur nýtt grót á vegnum so at siga á hvørjum degi, tað er eitt undur at ongin enn hevur latið lív ella fingið stóran skaða.
Bóndi á leiðini hevur eisini greitt frá, hvussu vandafullur vegurin í roynd og veru er at koyra eftir, og tað stendur til at leypa í fleiri støðum. Hetta er nakað Landssverk fyri langari tíð síðan hevur fingið at vita, men ongin sær út til at taka støðuna í álvara. Orsaka av hesi út av lagi vánaligu farleið, hava munandi færri bussar við ferðafólki hættað sær norður til Viðareiðis í ár í mun til árini frammanundan. Tað eru eisini alt fleiri fólk, ið siga seg als ikki tora at koyra eftir viðareiðisvegnum.
Ætli mær ikki at koma stórvegis inn á tunlarnar norð um fjall, men tó vil eg siga, at fyri okkum viðingar er tað ein sannur lætti at koma inn í tunlarnar. Tá er onkursvegna sloppið, og har er at kalla trygd og fjálgt inni, í hvussu so er í mun til tá ið koyrt verður eftir viðareiðisvegnum. Nei, vit viðingar meta als ikki at tunlarnar norð um fjall eiga at koma í fremstu røð, tá ið tey tosa um tryggar farleiðir, nei viðareiðisvegurin átti og eigur at vera raðfestur fyrst. Her er beinleiðis talan um at bjarga mannalívi.
Hetta er eitt mál, ið vit hava skyldu til at taka í størsta álvara, tí spurningurin er bara, nær aftur onkur verður raktur av omanlopi. Hvør sigur, at tá fer aftur eitt undur at henda?
Nei, Gud hevur givið okkum vit og skil at brúka, og nú hava vit fingið nóg nógvar ávaringar. Handan óhugnaliga hendingin á viðareiðisvegnum tann 6. mars var bert ein av mongum, ið kundi havt fingið álvarsligar fylgir.
350 fólk búgva á Viðareiði. Tey flestu, ið her búgva, eru ung hjún við børnum. Nógv verður bygt her, og bygdin sjálv er vøkur og sera væl egnað til barnafamiljur. Trupulleikin er, at fólk eru skelkað av øllum teimum óhugnaligu hendinginum, ið eru farnar fram á viðareiðisvegnum. Tað ger, at tey eru bangin fyri at koyra. Viðareiðisvegurin nú er einasta farleið til bygdina, hava vit onki annað val enn at nýta hesa farleið.
Eg vil tí heita á allar polittikarar í Føroyum um at taka viðareiðisvegin í størsta álvara og gera okkurt við støðuna og tað sum skjótast, áðrenn onkur letur lív. Tá er ov seint.
Hvussu nógvir polittikarar høvdu møtt upp til arbeiðis, um teir vistu, at tinghúsið stóð til at rapa?
Viðingurin




