Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spenningar á luftini (cirrostratus)

John William Joensen

Føroysk heiti fyri cirroskýggj er spenningar á/í luftini. Eisini hevur grómur á luftini verið sæð á skrift onkunstaðni.

Á myndini síggjast eisini einstøk smá, skrødd bøklaskýggj (cumulus humilis fractus)

Spenningar á luftini eru oman fyri 5500 metrar frá jørðini. Har uppi er hitin langt undir frostmarkinum, og skýggini eru tí bert samansett av ískrystallum.

Tað regnar ikki úr spenningum á luftini, men leggja skýggini seg yvir eitt stórt øki og gerast mong í tali, er hitabrúgv við regni helst ávegis innan eitt samdøgur ella so.
Myndin er tikin uppi á Hálsi í august.