Umframt Kristian á Neystabø var eisini kendi advokaturin, Christian Andreasen, á fundi í kappingarnevndini, sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá B36
Christan Andreasen, sum í mong ár hevur virkað sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá FSF og sum enn situr sum advokatur í "LÓGAR- OG SÁTTMÁLANEVNDINI" hjá FSF, var á fundi í kappingarnevndini sum løgfrøðingur hjá B36.
Løgfrøðiligi ráðgevin hjá FSF, Jens Vang, var ikki til staðar á fundinum og tí er ilt at meta um hvønn part navnframi advokaturin ráðgav.
Eftir at Christian Andreasen og Kristian á Neystabø vóru farnir av fundinum, samdust Høgni í Stórustovu, Niclas á Líðarenda, Sveinur Tróndarson og Karl Vidtfelt um at geva B36 leikaraloyvi og víkja frá tíðarfreist sum baði umsitingin hjá FSF og løgfrøðiligi ráðgevin hjá FSF mælti frá at gerða.
Seinrapartin í dag er eisini komið fram at Christian Andreasen eisini er persónligur løgfrøðiligur ráðgevi hjá nevndarlimi í kappingarnevndini – so ikki kann annað sigast at nógv umtalaða leikaraloyvi lá løgfrøðisliga í "góðum hondum".




