Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann óhefti viðmerkjarin

John William Joensen

Løgi at hoyra fyrrverandi fornermaða Javnaðarmannin Jóannes N. Dalsgarð vera høvuðsviðmerkjara í útvarpinum, um støðuna hjá Javnaðarflokkinum, skrivar Hendrik Old

Hvussu kann ein maður sum er rímdur úr einum flokki tí hann ikki fekk sín vilja, vera óheftur viðmerkjari um politisku støðuna hjá sama flokki??
– Hetta má Kringvarpsstjórin hava eina meining um og koma út við.

Tá fullveldisøðin var uppá tað villasta vóru allir flokkar drignir við at koma við einari ella aðrari loysn uppá framtíðar viðurskifti ímillum Føroyar og Danmark. Fyri Javnaðarfloksins viðkomandi var úrlsitið tann sonevnda sjálvstýrislógin. Hjá Sambandsflokkinum var nýskipanaruppskotið svarið.

Ein av høvundunum aftanfyri uppskot Javnaðarfloksins um sonevndu sjálvstýrislógina var Jóannes N. Dalsgarð, orsøkin til at hann kom í hendan bólk var millum annað eftir uppskoti frá undirritaða, sum var ein av teimum sum var troyttur at hoyra hansara óteljandi mjarran á landsfundum Javnaðarfloksins um vantandi sjálvstýrispolitikk Javnaðarfloksins.

Maðurin fann ikki útav at høvuðspolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum var ikki sjálvstýri og tí var ikki undirtøka fyri hansara sjónarmiðum á mongum landsfundum. Hvat ger man fyri at fáa frið at halda landsfund??

– Ein góður gamal máti, fyri at fáa summi at tiga, er at velja tey í eina nevnd. Tá Jóannes N. Dalsgarð fann út av at hann ikki fekk undirtøku fyri sínum sjónarmiðum í Javnaðarflokkinum, rímdi maðurin í øðin!!!

– Tað næsta sum hoyrdist til tann óhefta viðmerkjaran var at hann var valevni fyri Gamla Sjálvstýri í Norðurstreymi. Síðani hevur Jóannes N. Dalsgarð fyri opnari mikrofon hjá Útvarpinum brúkt allar møguleika at hegla niður á Javnaðarflokkin um júst tey tingini sum hann ikki kláraði at fáa ígjøgnum ímeðan hann var inni í flokkinum.

Mín spurningur til Kringvarpsstjórðan (sum vanligvís ikki svarar) og Kringvarpsstýri er:
Hvussu fríðar ræsur kann ein, sum kallar seg óheftan, fáa í almenna útvarpinum til at koma við púra høpisleysum gitingum sum vit upplivdu í tíðindasendingini á middegi í dag?

Er tað veruliga so at man kann fáa fríðar ræsur í almenna útvarpinum at viðgerða innhýsis viðurskifti í einum flokki sum man sjálvur er rímdur úr, og samstundis kalla seg fyri óheftan viðmerkjara?

Svarar Kringvarpsstjórin ikki, so fer spurningurin víðari til Kringvarpsstýri seinni.

Henrik Old

Harleyfacadeacryl