Fýra av sjey Starvsnevndarlimum FSF’s luttóku á fundi í kappingarnevndini og nú málið skal viðgerðast á starvsnevndarfundi mánadagin eru bara tveir av sjey starvsnevndarlimum gegniðir. Ivi er eisini sáddur um hvørt tað var starvsnevndin ella kappingarnevndin, sum sat á nógv umrødda kaffifundinum.
Ein kann av røttum seta spurningin um tað í veruleikanum var kappingarnevndin hjá FSF, sum tók avgerð í nógv umrødda málinum viðvíkjandi leikaraloyvi hja B36 leikara.
Tí tá fundur var í kappingarnevndin áttu av røttum bara tríggir mans sitið við borið.
Rúni Heinesen – sum meldaði seg ógegniðan, er eisini limur í starvsnevndini hjá FSF og á fundinum undir viðgerðini av málinum komu fleiri starvsnevndarlimur afturat á fundin.
Fremstur var sjálvur forsetin, Høgni í Stórustovu og honum á baki varaforsetin, Niclas á Líðarenda.
Formaðurin í kappingarnevndini Sveinur Tróndarson, er eisini starvsnevndarlimur og somuleiðis Karl Hvidtfelt.
Einastu av teimum sjey starvsnevndarlimunum sum ikki hava verið partar av nógv umrøddu viðgerðini seinsta fríggjadag eru Niclas Davidsen og Magnus á Stongunum.
Starvsnevndin møtir mándagin til fundar at umrøða eitt skriv frá feløgunum viðvíkjandi málsviðgerðini – men longu nú er greitt at starvsnevndin fær stórar trupuleikar av at viðgerða málið – tí so at siga øll nevndin hevur verið partur av málinum.
Forsetin hevur annars sagt í fjølmiðlunum at um feløgini eru misnøgd so er starvsnevndin rætta adressan??
Ein kann eisini seta spurnartekin við at meirilutin av starvsnevndarlimum sita og viðgerða eitt mál hjá kappingarnevndini? Og hvør er tað so sum tá viðgerð málið?
– Var tað starvsnevndin ella kappingarnevndin?




