Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stolta felag mítt, KÍ: Nú má eydnan skjótt aftur vera við KÍ

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

NSÍ vendi 0-2 til 3-2, HB-ari gjørdi eitt avgerandi mál við hondini, uttan at dómararnir sóu, og nú gjørdi ein AB-ari, sum skilst, tað sama, uttan at tað varð uppdagað … nær man óeydnu-kvotan hjá Vodafone-liðnum hjá KÍ verða uppi fyri í ár!

Jú, víst hava teir havt sínar ringu dagar og minni góðu avrik – tað er ikki tað.

Tað nyttar nokk einki at skylda upp á umstøður, mótstøðulið, dómarar o.s.fr. – men so sanniliga hava marginalarnir ikki verið við KÍ í fleiri avgerandi løtum í ár.

Tað eru bara tvinnir venjarar, sum hava gjørt KÍ til føroyameistara síðan 1972 – annar teirra eitur Petur Mohr.

Nú er Petur Mohr komin at hjálpa okkum – hann er ein klettur, so stinnur, harður og treiskur. Tað er júst tað, okkum enn einaferð tørvar. Nú er nokk snakkað – nú skal stríðast, kempast og offrast.

Áðrenn tað eru fleiri blá-hvítir komnir heimaftur at hjálpa okkum og sínum kæra heimstaðarfelag – Atli, Hjalgrím, Todi, Høgni, Páll (sum nú er farin niðuraftur), Símun o.s.fr. – teir standa nú saman við Jan, Heðini, Jákupi, Jógvani og øllum hinum.

Vit eiga at bera Símuni, Toda, Hjalgrím, Atla og øllum hinum tann heiður, teir hava uppiborið fyri hendan innsatsin – hatta ger eingin bara fyri stuttleikar – nei, í hesum føri er (bláa) blóðið veruliga tjykri enn vatn.

Men ikki kann sigast annað enn, at teir hava verið óhepnir – man tað ikki fara at venda nú?

At teir bardu seg uppaftur á 1-1 ímóti formsterku AB var í øllum førum eitt tekin av teimum frægu. At javna ella vinna í yvirtíðini – tað er ikki tað vanliga hjá botnliðum, so kanska var hatta vendin … forrestin er hatta typiskt fyri Petur Mohr og KÍ, tá ið tey eru saman – tapini eru ógvuliga fá hjá teimum!

Fyri leikarar, venjarar, nevndarlimir, hjálparfólk, Bláubylgju og áskoðarar annars kennist hetta sum ein laaaaangur maratonteinur – men, sum Atli segði við portalin: "enn ber tað væl til!"

KOYR Á KÍ !!!