Føroyanevndin hjá Fólkatingunum, sum hevur 17 limir í nevndini, har Edmund Joensen, fólkatings- og løgtingslimur er formaður, var á vitjan hjá borgarstjóranum í dag
Borgarstjórin , Gunvá við Keldu beyð vælkomin og kunnaði um ymisk viðurskifti í kommununi.
Greitt varð frá minkandi inntøkunum, um saknin í, at Kósin ikki er virkin. Eisini varð greitt frá hvørjar byggiætlanir eru í umbúna og týdningin av undirsjóartunnlinum, einum væl útbygdum samferðslukervi og møguliga betran av vegasambandið Norður um Fjall.
Tey sóu eisini Christianskirkjuna og vóru á rundferð í býnum saman við Alex Sólstein.
Ferðalagið, sum taldi 17 fólk, varð boðið ein betri bita á miðdegi í býráðshøllini, áðrenn leiðin helt fram til Svínoyar við Torshavn.
Í Svínoy tók Eyðun Jacobsen ímóti gestunum og vísti teimum runt í bygdini.
Føroyanevndin hjá Fólkatingunum, har Høgni Hoydal eisini er limur, fer heimaftur í morgin fríggjadagin eftir tveir og ein hálvan tætt pakkaðar dagar við langari dagsskrá, har vitjað hevur verið í politisku skipanini, vinnulívinum og kommunum.
Gestirnir takkaðu fyri gestablíðni og søgdu seg hava fingið hópin at vita.




