Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ANTENNUSKÚRUR á Klakki

John William Joensen

Plagi, tá mær leigist eftir ljósi og luft, at ganga mær ein túr út á Klakk.

Sigið ‘út á’ tí eg má viðganga, at eg plagi at koyra niðan á Háls og ganga niðan á og so út á endan.

Hetta er ein góð náttúruuppliving – og so er hon beint fyri durunum.

Ein stutt løta, so er mann í fríari og fríðari náttúru við sera vøkrum útsýni í allar ættir.

Tað er sjón fyri søgn, at júst hesin lagaligi fjalltúrurin er nógv brúktur av klaksvíkingum, tí har er vorðin sjónsk gøta niðaná. Eisini eru tekin til at fólk eru vorðin góð við staðið, tí har eru varðar lagaðir og einki sæðst til rusk.

Men nú ein dagin har uppi gekk eg meg frontalt á ein trivaliga festan og væl málaðan skúr við einari antennu við síðuna av.

Í einum nú var kenslan av at vera í fríari óspiltari náttúru burtur.

Soleiðis at pleyra nátúruna til, er fyrilitaleys vandalisma.
Mátti borið til at funni annað stað til eina antennu.
Eitt er antennan, men verri er við skúrinum.

Tann teknikkur, ið er tengdur at einari antennu, fyllur neyvan so nógv sum ein 10 fóts byngja.

Gott í tykkum røttu avvarðandi: Fái skrímslið burtur haðani.

Klaksvíkingur