Landsstýrið skal taka støði í veruliguføroyum í stríðnum at varðveita vælferðarføroyar.
Fremsta uppgávan hjá politikarum er at tryggja, at allir borgarar hava mannsømilig kor, frá vøggu í grøv. Tað er eisini skylda hjá øllum, sum hava evnir og møguleikar at hjálpa, har tørvur er á.
Í framkomnum samfeløgum, har umfordeilingin treytar partar av vælferðini, er tað tí skylda hjá skiftandi stjórnum at taka hond um tey veikastu. Umstøðurnar hjá øllum samfelagsbólkum speglar hvørjum samfelag vit liva í. Og har eiga vit at ganga undan.
Í strembanini at røkka hesum máli eigur politiski myndugleikin tó ongantíð at missa úr eygsjón at loyva øllum at virka við sínum íbornu evnum. At gera tað lokkandi at arbeiða. Tá verður ríkiligt til øll.
Hesin politikkur hevur eyðkent bæði hesa og undanfarnu ABC-samgongu. Skattalættarnir, sum munaðu hjá teimum skattligu trongdu í inntøkubólkunum millum 170.000 og 270.000 kr, saman við eini søguligari útbygging av Samhaldsfasta, har pensionistar fingu upp til 37% meira í pensiónsútgjaldi, er besta prógvið um skilagóðan umfordeilings politikk.
Kortini er einki fullkomið. Tí vera tað altíð nøkur, sum ikki njóta fullan ágóða av førda politikkinum. Hetta er avbjóðing, sum ábyrgdarfullir politikarar sjálvsagt taka sær av.
Avbjóðing, sum krevur dirvi og visiónir, nú vit eru í stórstu búskaparkreppu í mannaminni. Og avgerðin er tikin. Landið spílar seg út at fíggja milliarda undirskot fyri at halda fast um flestu vælferðartænasturnar, sum bert fyri fáum árum síðani vóru dreymar.
Vit hoyra…
Tað er tí møtimikið, at miðlarnir nú eyðmerkja landsstýri og løgting at forkoma vælferðarføroyum.
Vísið náði …, sigur Sosialurin við tekstum til myndarøð av elendigheit, har politiska skipanin fær av at vita. Men lýsir blaðið allan veruleikan?
Kaga vit í fíggjarlógirnar farnu árini og taka nøkur tøl burtur úr rúgvini, sum fata um myndarøðina í blaðnum, kunnu vit konstatera:
• At Landsjúkrahúsið frá 2006 til 2008 hevði eini játtanarøking uppá 20%. Játtanin fyri 2009 (incl. eykajáttan) er økt 4,3%.
• At serviðgerð uttanlands frá 2006 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá heili 29%. Fyri 2009 javnvigar játtanin við 2008 (incl. eykajáttan).
• At børn og ung frá 2006 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá 16%. Í 2009 javnvigar játtanin við 2008 (incl. eykajáttan) .
• At barnatænastan frá 2006 til við 2008 hevði eina játtanarøking uppá 20%. Játtanin fyri 2009 er á leið tann sama sum í 2008.
• At stuðulstænastan fyri vaksin frá 2006 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá heili 46%, og at játtanin fyri 2009 er á leið tann sama sum í 2008.
• At meirútreiðslur fyri brekað børn frá 2004 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá 28%. Játtanin fyri 2009 øktist 6%.
• At hjálparamboð, herundir heilivágur, hoyritól o.a. frá 2006 til 2008 hevði eina rakstrarøking uppá 18%. Játtanin fyri 2009 er áleið tann sama sum fyri 2008.
Veruliguføroyar
Tí er tað ikki nóg væl grundaðir pástandur tá sagt verður, at samgongan fillar vælferðarføroyar sundur. Veruleikin er, at politiski myndugleikin áhaldandi roynir at finna neyðuga játtanir til øki, har ástendur, hóast trupult er at finna pening, tá milliardin árliga restar í. Tað munnu hóast alt tey flestu fata.
Einvegis at lýsa vælferðarføroyar í fillum út frá stakdømum og at lýsa landsstýrið illviljað er burturvið. Talan er jú um peningin hjá øllum. Hvør króna játtað verður til ymsu endamálini skal rindast av onkrum øðrum. Avbjóðingin er at fáa roknistykkið at ganga upp, so vit ikki missa meira fyri minni.
Tí stríðist landsstýrið fyri at halda fast við vælferðarbatarnar frá 2004 til 08, sum nú kosta landinum útvið 600 mio kr árliga í meirútreiðslum. Tað er nærum ómøgulig uppgáva í hesum krepputíðum. Ein ovurstór avbjóðing.
Politikarar eru noyddir at taka støði í veruliguføroyum í stríðnum at varðveita vælferðarføroyar. Tann sannroynd átti eisini at komið blaðfólkum til hugs, nú ljósið verður varpað á sosialpolitikkin hjá samgonguni.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður




