Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politisk hólmgonga í Runavík – Laksáfoss vs. Hoydal

John William Joensen

63 ár eftir fólkaatkvøðuna, mánakvøldið 14. september kl. 20.00 stundisliga, verður almenn politisk hólmgonga í nýggja mentanarhúsinum Løkshøll í Runavík.

Tveir av okkara mest markantu politikarum, í broddi fylkingar á hvør sínum veingi í politisku skipanini, fara at kjakast um, hvørja leið teir ætla sær at fara við samfelagnum í ókomnum døgum.

Tað er framtíðin hjá Føroyum, sum verður kjarnin í orðaskiftinum, har hólmgongumenninir fara at skifta orð samsvarandi hugsjónunum hjá teimum báðum størstu flokkunum í landinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum.

Ætlanin er at taka týdningarmestu politikk-økini undir luppin, fyri at borgarin kann fáa eina hylling á, hvørjum samfelag hann kemur at búleikast í frameftir.

Tey yvirskipaðu politisku evnini eru á skránni á fundinum. Til umrøðu verða búskapar-, vinnu- og fiskivinnupolitikkur. Ríkisrættarliga støðan og uttanríkismál – ES – EFTA. Hvørji grundleggjandi virði skulu Føroyar byggja framtíðina á og arbeiðsmarknaðar, sosial- og vælferðarpolitikkur verður somuleiðis settur á dagsskrá.

Áhoyrararnir fáa eisini møguleika fyri at spyrja menninar í hólmgonguni, eftir at hvørt umfarið við pallborðið er liðugt.

Stigtakararnir hava heitt á stóra atkvøðuslúkin hjá Sambandsflokkinum, Magna Laksáfoss, sum umframt at hava verið landsstýrismaður, er tingmaður og búskaparfrøðingur og Høgna Hoydal, Cand. comm., fyrrverandi landsstýrismann og núverandi løgtings- og fólkatingsmann um at manna pallborðið.

Í steðginum fer kendi troubadururin Kári Sverrisson at spæla nøkur av sínum kendastu løgum.

Til at stjórna fundinum er Øssur Winthereig, journalistur, settur, og ætlandi verður fundarlok kl. 22.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag