Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einasti vegurin er samanhald

John William Joensen

Leygardagin var KÍ avbukað av einum sera væl uppløgdu ÍF liðið – og tað sást týðiliga at at Kì leikararnir høvdu ikki mentalu orkuna til at venda dystargongdini.

Tað vóru eingin tekin um at talan skuldi gerast um eitt einsíðus tennisúrsliti tann fyrsta hálva tíman.

ÍF var eitt kanska nakað vandamiklari, men kom tó ikki til  málmøguleikar og fyrsti stóri málmøguleikin er eitt vælspælt KÍ álop. Atli sendir bóltin inn fyri og Todi Jónson setur pannina á bóltin sum flýgur móti fyrru stongingin, men Andas Gango í ÍF málinum bjargar meistarliga. Hann spældi ein stórdyst og hevði fleiri góðar bjargingar.

Hesa gekk væl hjá KÍ og kendu seg væl og vóru væl upplagdir.

Kí kom eisini til aðrar góðar málmøguleikar men í 32. minnuti stútar Rógvi Jacobsen bóltin í KÍ málið. Eitt sera gott mál – Rógvi hekk góðan metur omanfyri KÍ verjuna.

Tað sást týðuliga at málið skelkaði Kí spælararnar og samstundis fingu fuglfiringar luft undir veingirnar. Í 40. minutti skorar Rógvi enn einaferð eftir eitt sera vælspælt álop.

Hetta kendist sum steinur oman á byrðu fyri Kí leikararnar sum alt kappingarárið hava stríst fyri at yvirlivað í fremstu føroysku deildini. Og tá Øssur Dalbúð beint áðrenn dómarin floytaði til hálvleiks stúttaði bóltin í kassan til 3-0 var tað neyvan nakar á Kí liðnum, sum framhaldandi trúði uppá at tað bar til at venda dystargongdini.

Dysturin var í veruleikanum avgjørdur í seinastu minuttunum av fyrra hálvleiki og úrsltiið merkir í veruleikanum at KÍ nú er flutt niður í 1.deild.

MEN
– enn er einki avgjørt og enn hevur Kí møguleika at endurvinna sær plássi í fremstu deildini um leikarar og leiðarar finna sálarliga yvirskotið at standa saman og vinna teir dystir sum eftir eru.

-Ógjørligt??

– Ja – kanska??

– Øll sum hava spælt fótbólt í fremstu deildini vita at tað er gjørlig – men til tess krevur samanhald – ágrýtni – bardagahugur – men fremst av øllum samanhald!!!

Framtiðin
Tað er ein beiskur biti hjá norðoyingum at staðfesta at Klaksvíkar Ítróttarfelag í 2010 ikki verður umboða í fremstu deildini – men katastrofu-tos er nyttuligt til lítið.

Tað sum leikarar og felag fyrst og fremst hava brúk fyri er at kenna upplyftandi anda og stuðul frá viðhaldsfólki, stuðlum og øðrum sum eru kring felagið. Nógva katastrofu-tosið seinastu mánaðarnar er skaðiligt og bara ørkimlar – sáar mistreysti millu tey mong sum gerða eitt stórt sjálvboði-arbeiði – ítróttarungdómi okkara at frama.

Eitt ár í 1.deild er kanska júst tað ítróttarliga "rúmið" sum kí hevur brúk fyri eftir eitt ár við fíggjarligum rembingum – sum hevur rakt stóru og smærru sponsorar felagsins sera hart.

Tað skulu nógvir pengar til fyri at hava eitt lið í fremstu deildini, sum megnar at bjóða hinum feløgunum av í kappingini um FM heitið og fíggjarliga grundarlagið fyri hesum er kanska ikki til staðar í lokalsamfelagnum í løtuni.

Tað er eingin ivi um at Kì tó framhaldandi verður eitt stórt felag, sum eins og í dag framleiðir nógvar og góðar fótbóltsleikarar til frama fyri ítróttina.

Men skal KÍ flyta seg frá at verða talentframleiðari til sjálvt at hava styrki til at halda uppá bestu talentini á fremsta liðunum – umframt at fáa bestu talentini frá øðrum feløgum og ella úr útlandinum til eitt framtíðar meistaralið, so krevst ein kapitalur sum ikki er lættur at lyfta.

Tí er einasti vegurin í dag og í framtíðin at vit standa sama um KÍ.

Umráðandi at leikarar fokusera rætt

Næsti dysturin er á Toftum og fyri leikarar og leiðarar og okkum KÌ áskoðarar eiga vit at taka av tilboðnum.

Saman skulu vit berjast fyri at vinna KÍ pláss millum tey fremstu í Føroyum og um vit gera okkara – so er møguleikin framhaldandi til staðar.

Standa vit saman er alt møguligt – í dag sum í framtíðini – spjaðing kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst.

Koyr á KÍ